Tjaldið reist til Countryfestivalin

Í góðveðrinum í gjár varð stóra tjaldið, sum hevur nýtt til íshøllina á Skálatrøð, reist uttan fyri Høllina á Hálsi í Havn. Um vikuskifitð verður stóri Countryfestivalurin í høllini, sum verður útbygd við 700 fermetra stóra tjaldinum.

 

Í tjaldinum verður ein lítil pallur, sølubúðir og borð og stólar, so fólk kunnu stytta sær stundir.

 

Allan Samuelsen, fyrireikari, sigur, at fyrreikingarnar hava gingið væl.

 

– Tjaldið verður liðugt uppsett seinni í dag, so tað verður klárt hjá ljóð- og ljósmonnum at gera sítt arbeiðið í kvøld, sigur Allan Samuelsen.

 

– Eitt av høvuðsnøvnunum á festivainum, Country Sisters, koma til landið í kvøld, sigur hann.

 

Countryfestivalurin byrjar í annaðkvøld klokkan 20, og tann fyrsta á pallinum, verður Evy, sum seinastu tíðina hevur gjørt nógv vart við seg uttanlands.