Tjóðveldiskvinna á fólkating

Aftaná sjey mánaðir í barnsburðarfarloyvi tekur Annita á Fríðriksmørk sæti á fólkatingi í morgin. Seinni ætlar hon sær eisini at røkja løgtingssessin.

Tá ið Sjúrður Skaale fór í fólkatingið í februar, segði hann løgtingssessin frá sær, tí hann metti ikki, at tað bar til at røkja báðar sessir í senn. Hesum er Annita á Fríðriksmørk, sum nú fer á fólkating, ósamd við floksfelaga sínum í. Tá hon hevur verið á fólkatingi í eina tíð, ætlar hon sær sostatt at røkja báðar sessir.

- Eg eri ikki so avgjørd sum Sjúrður Skaale í hesum málinum. Tað kann eisini gagna fólkatingsarbeiðinum at hava ein fót á politiska pallinum í Føroyum. Tað hava nógvir fólkatingslimir gjørt, so eg rokni ikki við, at tað verður nakar trupulleiki, sigur Annita á Fríðriksmørk, sum kortini ímyndar sær, at hon viðhvørt noyðist at innkalla varaumboð síni.

- Men, tá ið eg taki við báðum sessum, raðfesti eg løgtingið fremst, staðfestir hon.


Tjóðbúnin bíðar

Annita á Fríðriksmørk fekk 625 atkvøður á fólkatingsvalinum í november í fjør, og er tískil næstvald á tjóðveldislistanum við 625 atkvøðum aftaná formannin, Høgna Hoydal, ið sum kunnugt er í landsstýrinum. Tá Annita á Fríðriksmørk fór í barnsburðarfarloyvi í februar, tók næsti maður á listanum, Sjúrður Skaale, við fólkatingssessinum.

Í morgin trínur hon so á fyrsta sinni røðarapallin á fólkatingi, í sambandi við 1. viðgerðina av donsku fíggjarlógini. Hóast hetta er fyrstu ferð, at danir møta Annitu á Fríðriksmørk, verður hon ikki í tjóðbúna, tí fólkatingið verður nústani sett enn 1. oktober.

Annita á Fríriksmørk sigur við Sosialin, at hon bert hevur verið á vitjan í fólkatinginum onkuntíð, so hon er sjálvandi spent.

- Fólkatingið verður sett seinni, so tá fari eg í føroysk klæði. Men tey vilja helst hava 1. viðgerð av fíggjarlógina frá hondini, so málið kann fara í nevnd. So fundurin í morgin byrjar við, at atkvøtt verður um mín sess, og tá plaga altíð at vera nógvir fólkatingslimir til staðar, sigur Annita á Fríðriksmørk.


Ósamdir arkitektar

Annita á Fríðriksmørk hevur fyrireikað eina røðu til fyrsta fundin í morgin, har hon fær eitt heilt korter í talutíð. Røðan byrjar við, at hon samanber Føroyar við eitt land, sum er undir uppbygging.

- Hóast arkitektarnir eru samdir um, at landið skal byggjast, eru teir ósamdir um innrættingina og amboðini. Men teir eru samdir um, at ein dag skal landið verða sjálvstøðugt, so tað kann flyta inn í nútíðina, har sínamillum virðing, samstarv og ábyrgd eru nøkur av amboðunum. Og øll hava vónina um eitt fruktagott samstarv við umheimin – eisini við fyrrverandi vertslandið, sigur hon.


Tjóðveldiskvinna fremst

Fremsta uppgávan hjá Annitu á Fríðriksmørk verður sambært henni at sannføra danir um, at Føroyar skulu vera sjálvstøðug tjóð. Tí fer hon eisini at viðgera blokkin í røðu sínari.

- Danir kundu heldur ikki droymt um at selt sín sjálvsavgerðarrætt fyri pengar. Tí er tað natúrligt at koma inn á, hví vit ynskja at játtanin til blokkin skal skerjast í donsku fíggjarlógini, sigur Annita á Fríðriksmørk, sum kortini ætlar sær at vera eitt virðiligt umboð fyri allar føroyingar.

- Men tað er ein føroysk tjóðveldiskvinna, sum tekur sæti á danatingi í morgin. Tað skal ongin ivi vera um tað, sigur Annita á Fríðriksmørk, sum í august flutti til Strendur at búgva saman við familjuni.