Tjóðveldisflokkurin var ein forðing fyri størri sjálvræði

- Tað ljóðar løgið, men veruleikin er, at tað er lættari at fáa sjálvræði við sambandsflokkinum í samgongu, enn við tjóðveldisflokkinum, staðfesti formaður Fólkafloksins á landsfundi um vikuskiftið


- Í hesi samgonguni, hevur tað eydnast at fremja fleiri uttanríkismálum, sum undanfarna samgonga arbeiddi við, men sum tað ikki eydnaðist at finna semju við Tjóðveldisflokkin um tá.
Tað staðfesti Anfinn Kallsberg, formaður Fólkafloksins, á landsfundinum í Øravík leygardagin.
Hann segði, at hetta var ikki minst galdandi í sjálvstýrismálinum.
- Tann leisturin, vit nú ganga eftir í hesi samgonguni við yvirtøkulógini og uttanríkispolitisku heimildarlógini, er sami leistur, sum vit arbeiddu við í undanfarnu samgonguni, sum Tjóðveldisflokkurin var við í.
- Men í undanfarnu samgongu bar ikki til at finna semju um tað, tí skuldi tað eydnast, var neyðugt at gera neyðsemjur, serliga tá ið hugsað verður um, at talan var um samráðingar við eitt annað land.
- Men tað, sum lá í kortunum hjá undanfarnu samgongu, er akkurát tað sama, sum nú er sett í verk, bæði í sjálvstýrismálinum og í uttanríkispolitiska økinum.
- Tað var longu í 2003, at danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen og eg  sjálvur, sum løgmaður,  skrivaðu undir Tvøraskjalið.
Anfinn Kallsberg minti á, at tá kallaði samgonguflokkurin Tjóðveldisflokkurin, hetta fyri eitt sjey-mílafet á sjálvstýrisleið.
Hann segði, at tað er júst Tvøraskjalið, ið er leisturin, sum loysnirnar eru bygdar á, sum, sum nú eru funnar, og tað er hesin politikkurin, sum er settur í verk.
- Men tað heilt ótrúliga er, at Tjóðveldisflokkurin hevur atkvøtt ímóti teimum yvirtøkum, sum eru framdar.
Hetta er bæði galdandi fyri tilbúgvingina og fjølmiðlaábyrgdarlógina, har Tjóðveldisflokkurin atkvøddi ímóti av berari formalismu.
Men Anfinn Kallsberg segði, at tað er júst hendan formalisman, har kravið frá Tjóðveldisflokkinum var alt ella onki, sum gjørdi, at tá ið tað snýr seg um sjálvstýrismál, er Tjóðveldisflokkurin púra handlingslammaður.
- Tí er støðan so heilt ótrúlig, at í veruleikanum ber tað til at fremja fleiri yvirtøkur og fleiri stig á sjálvstýrisleið saman við Sambandsflokkinum í samgongu, enn tað bar til at fremja við Tjóðveldisflokkinum í samgongu.
- Hetta sigur ikki so lítið um føroyskan politikk, helt Anfinn Kallsberg.