Tjóðveldisflokkurin má koma við eini umbering

   

Alfred Olsen
løgtingsmaður
?????????????

Staddur á ráðstevnu, sum Útnorðurráðið skipar fyri í Reykjavík, har allir flokkar í Føroyum, uttan Tjóðveldisflokkurin eru møttir, havi eg fingið at vita, at formaðurin í Tjóðveldisflokkinum er misnøgdur við eitt lesarabræv, sum eg hevði í bløðunum um skattafrádráttin hjá sjómonnum, og sum varð skrivað í kjalarvørrinum av ráðstevnu, sum Tjóðveldisflokkurin var við til at halda á Kristiansborg.
Tað er ein óreingiligur veruleiki
-at ráðstevnan var hildin á Kristiansborg
-at Kristian Thulesen Dahl boðaði frá eftir ráðstevnuna, at blokkstuðulin til Føroya átti at minka, tí at føroyskir sjómenn skúmaðu fløtan og livdu í einum skattaparadísi.
-at umboð fyri Tjóðveld-isflokkin á løgtingsins røðarapalli hevur boðað frá, at stuðulin til sjómenn eigur at vera tikin burtur.
-at formaðurin í Tjóðveldisflokkin var endurgivin í Berlingske Tidende tann 4. juni fyri at siga, at tað er skeivt at ein bólkur í Føroyum hevur serrættindi á skattaøkinum.
-og at ráðstevnan hevur skapt eina øsing, sum ikki hevur verið til gagns fyri føroyska samfelagið.

Um nakar hevur krav uppá umbering, so eru tað Føroya fólk, sum hevur krav uppá eina umbering frá Tjóðveldisflokkinum fyri ráðstevnuna á Kristiansborg. Tað er ikki Tjóðveldisflokkurin, ið skal hava umbering frá teimum, sum vilja vísa á, hvørjar skaðiligar fylgjur ráðstevnan kann fáa fyri føroyska samfelagið.