? Vit hava endað hesa gongdina, sum vit hava verið ígjøgnum, og tað verður so helst ein samgongufundur seinni í dag, har vit boða frá, hvat vit eru komin til. Vit siga onki alment fyrr enn aftaná tann fundin.
Soleiðis segði Høgni Hoydal við Sosialin fyrrapartin mánadagin. Í sínari viðgerð hevur tjóðveldismanningin viðgjørt fleiri ítøkilig mál og útlitini fyri víðari samstarvi.
Høgni Hoydal vil ikki siga nakað um, hvørt samgongan yvirlivir enn ein brotasjógv.
? Eg havi lovað samgonguflokkunum, at teir fyrst fáa at vita, hvat Tjóðveldisflokkurin er komin til, og tað fara vit at halda, sigur Høgni Hoydal.
Dúgliga verður gitt, hvørja lagnu samgongan fær. Tey flestu tykjast halda, at samgongan man hóra undan enn einaferð, men tað hevur eisini verið gitt, at Tjóðveldisflokkurin umhugsar at royna aðrar leiðir. Tað vísir Høgni Hoydal avgjørdur aftur.
? Vit viðgera ikki nakrar møguleikar fyri samgongu við aðrar flokkar, fyrr enn vit hava avgreitt tað, sum vit eru í.Tað hava vit eisini boðað frá í samgongusamráðingunum, og tað er eitt prinsipp vit hava, sigur Høgni Hoyda og vísir sostatt aftur, at nakað formligt prát hevur verið við eitt nú Javnaðarflokkin.