Tað fløðir í kassanum hjá Tjóðveldisflokkinum. Avlopið í fjør var umleið ein hálv millión krónur og tað er munandi frægari enn tað var árið fyri, tá úrslitið var eitt hall upp á góðar 200 túsund krónur.
Sum vera man er størsta orsøkin til avlopið, at Tjóðveldisflokkurin slapp undan kostnaðinum fyri valstríð, eins og hinir flokkarnir eisini gjørdu tað. Hetta hevði við sær meginpartin av betraða úrslitinum í 1999.
Atli Eiriksson legði roknskapin fram og hann segði, at tað allan vegin hevði verið málið, at eingin skuld, skal vera í flokkinum, og hesum málið er flokkurin væl á veg at røkka við árslok í fjør.
Atli kundi heldur ikki lata vera við at skjóta eitt skot eftir sambandsflokkinum, sum hevði aðalfund seinasta vikuskiftið.
Úrslitið hjá Tjóðveldisflokkinum fyri í fjør, var tí eitt meiravlop enn sambandsflokkurin, sum hevði eitt hall upp á knappliga hálva millión
Eginognin hjá Tjóðveldisflokkinum er nú upp á knappar 900 túsund krónur.










