Tjóðveldi vil hava nýggja samgongu

Um eina løtu fer Tjóðveldi væntandi at melda út, hvørja støðu flokkurin tekur, eftir at samgongan kom í minniluta í málinum um fiskidagar. Sum skilst, vil Tjóðveldi eftir øllum at døma hava eina breiðari samgongu, og tað merkir, at verandi samgonga er søga. Í fyrsta atløgu verður Sjálvstýrisflokkurin bjóðaður upp í samgonguna Verandi samgonga er søga.

Hetta er eftir øllum at døma tað, sum Tjóðveldi er komin til eftir at hava hugsað um, hvussu minnilutastøðan í fiskidagamálinum skal taklast.

Sum skilst kemur flokkurin við einum tíðindaskrivi hvørja løtu, har Tjóðveldi fer at gera greitt, at flokkurin ikki ynskir at halda fram í verandi samgongu, sum hon er samansett júst nú, men ynskir eitt breiðari samgongusamstarv.

Í fyrstu atløgu verður Sjálvstýrisflokkurin bjóðaður beinleiðis upp í samngonuna. Stóri spenningurin er so, um Sjálvstýrisflokkurin fer at taka av fríggjaraboðunum frá Tjóðveldi og í øðrum lagi, hvussu hinir báðir flokkarnir í samgonguni, Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin, fara at reagera upp á krøvini hjá Tjóðveldi.