Vit høvdu okkara besta valúrslit nakrantíð og komu eftir valið í samgongu. Úrslitini síðani tala fyri seg:
Foreldragjaldið á dagstovnum er lækkað úr 30 í 25 prosent, systkinaavsláttur er settur í verk og barnafrádrátturin er hækkaður upp í 5.500 krónur – tann hægsti í landinum.
Á eldraøkinum eru 24 nýggj røktarheimspláss komin aftrat á Tjarnargarði, og nýtt eldrasambýli við 10 búplássum er latið upp í Mattalág. Nýtt røktarheim verður fyrireikað Yviri við Strond, og heimavitjunartænastan (sum TK av sínum eintingum setti á stovn) er útbygd. Eisini hevur Tórshavnar kommuna sum tann einasta kommunan í landinum sett Eldraráð á stovn at vera millumlið millum kommununa og fólkið í eldrapolitiskum málum.
Vit løgdu dent á at fáa gjørt eina heildarætlan fyri útbygging av kommunalu skúlunum. Nýggjur stásiligur skúli er/verður bygdur við Løgmannabreyt í Hoyvík, og fyrireikingarnar til nýggjan skúla á Argjum eru komnar væl áleiðis. Arbeiðið at umvæla hinar skúlarnar er somuleiðis í gongd.
Vit lovaðu eisini at virka fyri at útvega fimleikarfeløgunum sømiligar hallarumstøður til venjing og kapping á altjóða støði og at byggja ítróttarvøll til frælsan ítrótt.
Ítróttarvøllurin verður tikin í brúk fyrsta dagin, og í næstum verður spakin settur í fyri fimleikarhøllini.
Vit lovaðu at útvega tónleikarhugaðum eitt nógv saknað spælistað í hjartanum av býnum. Tey hava nú fingið innivist í gamla Reinsarínum.
Vit í Tjóðveldi fóru somuleiðis til val upp á at útbyggja Bussleiðina til eina álítandi flutningsleið hjá borgarunum og gera hana til eitt veruligt alternativ til bilin til frama fyri umhvørvið og ferðsluna. Eisini hetta er vorðin ein sólskinssøga í dag.
So, sum tú sært, so er Tjóðveldi ein flokkur, ið heldur orð. Gerandisdagurin hjá m.ø. barnafamiljum og teimum gomlu er vorðin lættari við Tjóðveldi í samgongu í Tórshavnar býráð.
Í næstum fara vit at kunngera, hvørji hjartamál okkara eru til hetta býráðsvalið. Tað verður ikki bara orðaskvaldur, men ítøkiligar ætlanir fyri, hvat vit ætla at raðfesta næstu fýra árini.
Tú kanst líta á, at vit eisini hesa ferð fara at halda orð.
Vel tí Lista E!