Men sum so ofta so lekur millum "teori og praksis", sum ein yrkjari okkara, Rói Patursson, so rámandi hevur skýrt hetta fyribrigdið. Vit minnast, hvussu Signar á Brúnni, sum tá var tingmaður, skar í papp, at tann nýggja fólkaskúlalógin fór at kosta pening. Nógvan pening. Men teir, sum tá høvdu ábyrgdina, vístu aftur, at nýggja fólkaskúlalógin fór at kosta nógvan pening.
Nú situr Signar á Brúnni afturímóti sum landsstýrismaður í undirvísingarmálum og kann sjálvur avgera, hvussu stóran part av fólkaskúlalógini, hann setur í verk ella letur vera. Men løgið er, at nú hevur verið so kvirt um henda spurning. Sjálvur er hann skúlamaður og hevur óivað sum endamál at fáa ein so góðan skúla sum gjørligt. Hvi hoyra vit einki um hansara hugsjónir í hesum døgum, nú kreppa er í skúlaverkinum?
Harafturat eigur Tjóðveldisflokkurin landsstýrismannin í fíggarmálum, Karsten Hansen. Honum nýtist ikki at skava nøkur oyru saman á kistubotninum, Tvørturímóti situr hann á einum roka. Hann situr sera fast, og tað skal hann eisini hava rós fyri. Men er ein meining aftan fyri stevnu Tjóðveldisfloksins um ein góðan føroyska skúla, so átti hann at lætt eitt sindur um trýstið, so føroyski fólkaskúlin slapp at royna nýggju fólkaskúlalógina til fulnar.
Sjálvandi skulu lærarar ikki hava meiri í løn enn aðrir lønarbólkar fingu ífjør. Men vit mugu ikki blanda eina lønarhækking og endurgjald fyri øktar arbeiðsbyrðar saman. Harafturat tykist tað kortini løgið og stuttskygt at heingja seg í, um føroyskir lærarar hava ein tíma meiri ella minni enn lærarar í øðrum Norðurlondum. Hetta var ein grundgeving hjá Karsten Hansen. Tað hevði ikki bilað, um vit kundu róst okkum fyri at geva okkara skúla betri sømdir enn hini Norðurlondini. Nei, nei, vit mugu avgjørt ikki vera framman fyri. Vit skulu helst darlað nakað aftan fyri.
Tá alt hetta er sagt, so skal kortini leggjast afturat, at tað tykist løgið, at Føroya Lærarafelag ikki vil hava ásett, hvussu stórt eitt ársverk hjá einum lærara skal vera. Nógv hava fordómar um, at lærarar hava so og so nógva frítíð, og tí mátti tað verið ein kærkomin gáva hjá Lærarafelagnum at fingið staðfest, at eit ársverk hjá einum lærara er - ella skal vera - á sama stigi sum hjá øllum øðrum lønarbólkum.
Taparin í hesi sáttmálatrætu eru fyrst og fremst børnini og foreldrini, hóast nakrir frídagar eru kærkomnir hjá næmingunum. Men vit kunnu ikki góðtaka, at hesin arbeiðssteðgur ikki verður loystur ein av fyrstu døgunum. Handalagið í stóru sáttmálatrætuni ífjør var vánaligt. Nú eigur Fíggjarmálastýrið at prógva, at tað lærdi nakað ífjør, og Tjóðveldisflokkurin eigur at vísa, at hann meinar nakað við sín politikk á skúla- og undirvísingarøkinum.