Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen, limir í trivnaðarnevndini fyri Tjóðveldi
-----
Alt ov nógvir og stórir spurningar eru enn ósvaraðir, og hetta ger, at Tjóðveldi ikki kann taka undir við uppskotinum, sum samgongan ynskir samtykt ein av nærmastu døgum.
At leggja so stóra og grundleggjandi vælferðartænastu, sum eldraøkið er, út til kommunurnar at umsita, krevur umhugsni og stórt fyrireikingararbeiði, fyri at tryggja bæði kommunum og borgarum at trygd fæst fyri, at tænastan kann veitast á nøktandi støði.
Tjóðveldi hevur, í tættum samskifti við kommunalpolitikkarar floksins, umrøtt útleggingina av eldraøkinum. Samanumtikið metir Tjóðveldi at uppskotini um útleggingina av eldraøkinum ikki eru nóg væl lýst.
– Til dømis skulu kommunur veita øllum borgarum, frá vøggu í grøv, heimasjúkrarøkt. Tískil er tað ikki talan um einans at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita, men alla ta primeru heilsutænastuna. Lýsingar og útrokningar av hesum mangla.
– Fíggingin av eldraøkinum er enn ikki nóg væl kend, og hevur Løgtingið ikki fingið høvið at viðgera nakran fíggingarleist. Løgtingið skal sostatt samtykkja at leggja eldraøkið út nú, og fíggingin verður fyrst kend í november. Kommunur fáa sostatt desember at arbeiða í. Alt tað arbeiði, sum er farið í gongd úti í kommununum, kann í ringasta føri gerast til onki, tá ið kommunurnar arbeiða uttan at kenna neyðugu fíggjarligu fortreytirnar.
– Stórur vandi er fyri at tænastustøðið verður sera ymiskt frá øki til øki. Ongi minstumørk eru fyri hvørjar tænastur borgarin hevur rætt til, og tað vera kommunalu samstørvini, sum hvør sær kunnu áseta tænstustøðið. Hetta kann skjótt føra til A og B kommunur.
– Lagt er upp til at tænasturnar á eldraøkinum kunnu útveitast. Hetta uttan at faklig krøv eru sett, og uttan minstamark fyri tænastu. Sostatt kunnu borgarir í landinum koma í tað støðu, at skulu gjalda brúkaragjøld fyri tænastur, og í øðrum lagi kunnu kommunurnar koma at skula gjalda privatum feløgum fyri eina tænastu, sum ikki livir upp til nøkur góðskukrøv.
– Kommunurar eru ikki lagdar saman, men vera nú tvungnar í kommunal samstørv. Hetta minnir um fjalda kommunusamanlegging, og virðir ikki ta fólkaatkvøðu, sum júst hevur verið um kommunusamanlegging. Kommunurnar skulu nú í felag í hvørjum samstarvi leggja tænastu og tænastustøðið til rættis, og tá ið kommunurnar fáa pening frá landinum at fíggja eldratænasturnar við, er peningurin ikki oyramerktur, og kemur til hvørja kommunu sær. Hetta kann lætt viðføra ósemjur í kommununum, og latið er upp fyri at peningurin kann brúkast til onnur endamál enn eldrarøktina.
– Sjálvur fíggngarleisturin byggir á, at kommunurnar skulu fáa pensjónsskattin at fíggja eldraøkið við. Hetta var peningur, sum kommunurnar frammanundan áttu sín part av, men sum landið fór avstað við. Forskattingin av pensjónum er ein av stóru orsøkunum til, at búskapurin framyvir ikki verður haldførur, samsvarandi við, at fleiri og fleiri verða eldri, og færri og færri vera á arbeiðsmarknaðinum, og harvið gjalda skatt. Tí er hesin fíggingarháttur ikki haldbarur. Somuleiðis skulu kommunur fáa afturbering fyri mistar inntøkur frá eitt nú DIS, og so nakað av MVG. Hetta eru inntøkur, sum kunnu variera nógv, og tí ikki støðugt fíggjargrundarlag undir eldraøkinum.
– Tað er ikki tikið hædd fyri ymisku íløgunum, sum fleiri kommunur longu hava gjørt í eldrabústaðir. Hesar kommunur eru tí í vanda fyri at missa ræðisrættin á búplássunum, men koma av sita eftir við rokningini. Samstundis er onki svar givið uppá spurningin um kommunur fáa loyvi at fara uppum eina álíkning, í fall tær ynskja at keypa seg inn í búpláss í øðrum kommunum.
– Tænastustøðið er í dag sera ójavnt. Givið er, at eldraøkið skal leggast út við tí tænastustøði, sum er í dag. Tískil fer uppskotið um útleggingina av eldraøkinum, endaliga at staðfesta við lóg, at munur verður gjørdur borgarum í landinum.
Hesar grundgevingar, umframt fleiri aðrar, gera, at Tjóðveldi ikki metir, at Løgtingið livir upp til sína ábyrgd, um uppskotið um at leggja eldraøkið út til kommunurnar verður samtykt.
Ein vælferðartænasta, sum eldraøkið, eigur at tryggja øllum borgarum rættindi til dygdargóða tænastu, og ikki skilja ímillum hvørja kommunu, borgarin býr í. Latið er upp fyri alt ov nógvum ivamálum, og tað vera í seinasta enda tey fólkini, sum hava tørv á tænastuni, sum koma at gjalda prísin fyri væntandi politiskt handverk hjá hesi samgongu.