Tjóðveldi: Loysingin er broytingin og bjargingin

Flokstingið hjá Tjóðveldinum í Vestmanna um vikuskiftið, endaði við eini einmæltari yvirlýsing, har greitt verður sagt frá, at politiska valdið í landium má umskipast. Sligið varð fast, at ájavnu virðini - fólkaræði og tjóðveldi - skjótast gjørligt gerast grundarlagið undir tjóðini.

- Vantandi ábyrgd og ræði í avgerandi fólkaræðisligum geirum er enn einaferð orsøkin til, at ein heimastýrisstjórn hevur skorðað seg fasta í búskaparmálum. Avleiðingin er sjónlig í øllum øðrum samfelagsmálum, vísir flokkurin m.a. á í yvirlýsingini.

Víst verður á, at ein miseydnaður hjálandapolitikkur er aftur orsøkin til, at grundarlagið verður máað undan vælferð fólksins. Tí má evsta valdið takast í øllum føroyskum stjórnmálum, bæði tá talan er um útinnandi, lóggevandi og dømandi mál.

- Verandi skipan, har ábyrgd og rættur ikki ganga hond í hond, púrger við jøvnum millumbilum lunnindi landsins. Kreppur og kreditorar stjórna, heldur enn politiskar hugsjónir, og er hetta greið ábending um, at tørvur er á eini nýggjari stjórnarskipan.

- Her skal greitt ásetast, at alt vald í oyggjunum er hjá tí føroyska fólkinum, soleiðis sum uppskotið til nýggja stjórnarskipan ? okkara fyrsta føroyska grundlógin ? ásetir, vísir flokkurin á.

Tí slær yvirlýsingini eisini fast at enda: - Loysingin er broytingin og bjargingin. Framtíðin stendur ímillum frælsi og afturvendandi armóð.