Aðalstjórnin í Tjóðveldi átalar hvassliga, at Javnaðarflokkurin støðugt roynir at undirgrava álitið á leiðsluna í Tjóðveldi, sum sigur flokkin hava hildið allar avtalur og víst stóra ábyrgd í nýskapandi CHE-samstarvinum Hægst organ í Tjóðveldinumm, Aðalstjórnin, krevur, at leiðslan í Javnaðarflokinum greiðir alment frá, hvørjar ítøkiligar grundgevingar hon hevur fyri at leggja leiðslu Tjóðveldisins undir vantandi álit.
Aðalstjórnin staðfestir, at orsøkin til, at landið aftur varð blakað út í politiskan ruðulleika, var vantandi førleiki og dirvi hjá javnaðarflokkinum at halda undirskrivaðu samgonguavtalurnar um eitt nú blokkstuðul, fíggjarligt støðufesti, vinnupolitikk, útbúgving, gransking, mentan og uppgerð við asosiala politikkin hjá ABC-samgonguni.
Aðalstjórnin sigur seg ásanna, at endurskipaða ABC-samgongan hevur ongi boð um nýhugsan ella átøk til tess at loysa búskaparligu og fíggjarligu avbjóðingarnar.
- Tjóðveldi má sum størsti flokkur í landinum ganga undan at fremja broytingar, skrivar Aðalstjórn Tjóðveldisins, ið hevur umboð úr øllum lokalfeløgum, og sum nú er farin undir at hava regluligar fundir kring landið.
Í gjár varð fundur hildin í Sandavági, har politiska støðan og politisku átøkini hjá Tjóðveldi frameftir vórðu viðgjørd.










