Nýggja býráðið í Tórshavnar kommunu hevur nú skipa seg. Tað hevur í nakrar dagar verið greitt, at Annika Olsen gerst borgarstjóri og Gunvør Balle gerst varaborgarstjóri.
Tað var eisini greitt skjótt hvussu nógvar formanssessir hvør flokkur fekk, men nú eru so nøvn sett á.
Ein nýggj nevnd er eisini skipað. Tað er 'Nevndin fyri eldri'. Økið plagdi at liggja undir Trivnaðarnevndini, men eru tikið úr og fingið sína egnu nevnd. Bergun Kass er forkvinna í nýggju nevndini. Tað ljóðaði, at Bergun Kass bert fekk ein sess sum forkvinna, men umframt nýggju nevndina, hevur hon eisini fingið Trivnaðarnevndin at leiða komandi fýra árini.
Býti av formonnum og kvinnum sær soleiðis út:
Fíggjarnevnd: Annika Olsen, Fólkaflokkurin (Borgarstjórin eigur altíð henda sess)
Vinnunevnd: Bogi Andreasen, Fólkaflokkurin
Tekniska nevnd: Jákup Dam, Tjóðveldi
Mentanarnevnd: Gunvør Balle, Tjóðveldi
Trivnaðarnevnd: Bergun Kass, Framsókn
Nevndin fyri eldri: Bergun Kass, Framsókn
Byggi- og býarskipanarnevnd: Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi
Náttúru- og umhvørvisnevnd: Turið Horn, Tjóðveldi
SEV: Marin Katrina Frýdal, Tjóðveldi
Økisnevndin: Jákup Dam, Tjóðveldi
Fjarhitafelagið: Bogi Andreasen, Fólkaflokkurin.