Komin út í Fjalsgøtu í Havn ein fyrrapart í mai tekur hann ímóti mær, 62 ára gamli rithøvundurin og samfelagsviðmerkjarin Hanus Kamban. At hann er rithøvundur, sæst á nærumhvørvinum. Nógvar bøkur, pappír, útkliptar blaðgreinar, teldan o.s.fr. skapa ein dám av tign, og eg fái eina kenslu av virðing. Her verða hugaheimsins og kenslunnar høv latin í orð og setningar. Her verður lívið og menniskjan endavend í gravandi leitan í dulvitskunnar heimi. Her situr ein rithøvundur, sum í áratíggjur hevur latið skaldsligu gávur sínar koma føroyingum til góða. Hann hevur júst fingið játtað eitt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, og umframt hetta fær hann í næstum mentanarvirðisløn landsins. Við einum álvarsomum andlitsbrái er Hanus Kamban til reiðar til eitt prát. Við hvør sínum kaffikoppi frammanfyri okkum fer Hanus fyrst í holt við at lýsa lív sítt sum rithøvundur.
Horvnar hetjur
- Tað besta við yrkinum hevur avgjørt verið, tá glið er komið á skrivingina. Tá havi eg upplivað eina forloysandi og frígerandi innanlukku og nøgdsemi, og á ein hátt hevur skrivingin verið grøðandi og terapeutisk fyri meg, eru fyrstu orðini hjá gráhærda manninum. Hinvegin sigur Hanus Kamban, at líðingin og lívsins nátt er ein partur av heildini, sum eisini hevur verið ein drívmegi í skriving hansara.
Glið byrjar at koma á prátið, og rithøvundurin fer undir at lýsa føroyska bókmentaheimin, hóast hann støðugt minnir á, at hann møguliga ikki er rætti maðurin til hetta.
- Vit bíða helst framvegis eftir einum nýggjum Williami Heinesen, og í so máta eru heilt stóru profilarnir horvnir, men hinvegin er ein fantastisk menning farin fram seinastu 30 árini, tí nógv meiri verður skrivað innan fyri allar sjangrur, sigur Hanus Kamban. Alt fleiri royna seg sambært Hanusi í bundnum skaldskapi, sum prosaistar, stuttsøguskrivarar, essayistar, troubadourar og týðarar.
- Sum heild kunnu vit sostatt gleðast um eina kvantitativa menning, staðfestir Hanus Kamban.
Eg seti honum spurningin, hvussu hann vil lýsa seg sjálvan sum rithøvund, og Hanus Kamban sigur, at skaldsliga verk hansara er ein afturvendandi ferð millum tveir mótstríðandi pólar.
- Í mínum skaldskapi havi eg ferðast millum tað sosiala og tað asosiala. Frá at taka seg aftur og flýggja, og so til hin pólin at opna seg og luttaka í lívinum, greiðir Hanus frá. Nýggjasta verk hansara er stuttsøgusavnið Pílagrímar, og er høvuðsevnið menniskjan sum pílagrímur; um at ferðast, realisera ynski og dreymar og tora at hyggja at tí, sum er at síggja á lívsins ferð.
- Hetta høvuðsevni mítt minnir nógv um bíbilska líknilsið um talentirnar, sum antin vórðu nýttar ella gravaðar niður, og eg leggi dent á vinningin við at opna seg og tora at liva, sigur Hanus hugsunarsamur.
Polemisk fortíð
Spurdur, hvørjar fortreytirnar eru fyri virðismiklum skaldskapi, nevnir Hanus fyrst og fremst frástøðuna.
- Tað er ein meinbogi, um ein rithøvundur hevur eina ov bundna dagsskrá og ov rationella hugmynd í síni skriving, og fyri meg eigur tað listarliga og dulvitskan at koma í fremstu røð, sigur Hanus Kamban. Hann greiðir frá, at yrkið kann samanberast við eina móður, sum er við barn. Ikki fyrrenn barnið er borið í heim eftir at hava ligið leingi og bíðað og trýst, hevur móðurin aftur frið á sær, og á sama hátt gongur ein rithøvundur við børnum, sum skulu føðast.
Hanus Kamban hevur eisini markerað seg sum samfelagsviðmerkjari, og hevur hann mangan verið í orrustum við t.d. hugsjónarliga mótstøðumannin Óla Breckmann. Sjálvur skilir Hanus greitt ímillum kjak og skaldskap, og heldur hann fyri, at Hanus Kamban ikki er tann sami í dag samanborið við fyrr.
- At liva er, sum eg síggi hetta, eisini at kunna broytast. Sum greinskrivari havi eg broytt stíl, og vónandi eri eg eisini broyttur sum menniskja. Fyri tjúgu árum síðani var eg meira polemiskur og ivaleyst til tíðir eisini ósakligur. Tá eg í dag hyggi aftur, haldi eg tann polemiska skriviháttin - so neyðugur hann kundi vera - vera í ein vissan mun læsandi, sigur rithøvundurin afturlítandi.
Hann hevur verið skírdur kommunistur av sínum mótstøðumonnum, men Hanus Kamban vísir á vantandi nuansur hesum viðvíkjandi.
- Upprunaliga sosialisman greinaði seg sundur í totaliteru og demokratisku sosialismuna fyrst í 1900´talinum, og meðan eg havi umboðað demokratisku sosialismuna, hava mótstøðumenn bólkað øll slík sjónarmið í ta stalinistisku, planbúskaparligu, totaliteru sosialismuna, sum hevur spælt fallit, sigur Hanus Kamban. Hann heldur, at varðveitingin av demokratisku sosialismuni, sum norðurlendski vælferðarfrymilin í ein mun er eyðkendur av, er av alstórum týdningi sum ein mótpolur til ta amerikonsku hegemoniina (yvirvald).
- Tað mótstríðandi í tí hugsjónarliga stríðnum er, at somu brigdi vísa seg bæði á tí víðgongda høgra- og vinstravonginum, og t.d. minnir amerikanski politikkurin í dag ofta um tað, gamla Sovjet borðreiddi við, sigur Hanus Kamban atfinnandi. Hann tekur dømi úr menningarlandinum Indonesia, sum USA hevur "moderniserað" eftir egnum leisti, og eins og onnur menningarlond trælkar Indonesia sambært Hanusi í dag undir vesturlendskum áhugamálum. Rithøvundurin heldur, at Europa eigur at hava leiklutin sum atfinnandi røddin móti tí búskaparliga, politiska og hernaðarliga amerikanska einaræðinum, sum hevur nøkur ræðandi eyðkenni.
Svik klerkanna
Eftir at hava nomið við politikk, bókmentir og egið virksemi fer prátið at snúgva seg um føroyska mentanarlívið, og her sær Hanus nøkur vandamikil eyðkenni gera seg galdandi.
- Eitt skaðiligt eyðkenni í tí lítla føroyska samfelagnum er, at einstakir persónar gerast profetar og fáa ov stóra ávirkan bæði politiskt og mentanarliga. Men samstundis sum einstakir føra seg fram á henda hátt, er ein hópur av gávaðum, intellektuellum føroyingum, sum tiga, og henda vantandi luttøkan er ein eins stór brotsgerð, sigur Hanus Kamban. Hanus vísir í hesum sambandi á franska rithøvundin Julien Benda, sum í 1927 gav út bókina "Svik klerkanna" (klerkur er í nútímans merking ein intellektuellur).
- Tá andans arbeiðarar velja at tiga, elvir tað til, at ein lítil minniluti fær ov stórt vald, og hetta er ein eyðkendur sorgarleikur í Føroyum, sigur Hanus Kamban. Í hesum høpi fer hann inn á eitt eldfimt og umstrítt evni um, hvør føroysk rørsla er ov sjónlig.
- Eg føli, at tjóðskaparliga umboðanin í tí føroyska mentanarlívinum er vorðin ov sjónlig og ávirkandi, m.a. tí so nógv fólk við øðrum sjónarmiðum taka seg aftur og velja at tiga, og í staðin fyri fjølbroytni hava vit tí í ov stóran mun eina tjóðskaparliga mentanarelitu, slær Hanus Kamban fast.
Tjóðskaparlig skilflýggjan
Kaffið í koppinum er langt síðani vorðið kalt, og vit fylla koppin í yvirgongd okkara frá mentanarlívi og hugsjónum til hin konfliktásin í føroyskum politikki, nevniliga ríkisrættarliga spurningin. Hanus Kamban hevur áður luttikið í almenna fullveldiskjakinum, og náttúrliga verður spurt um hetta. Hanus ger seg til reiðar, og skjótt fer væl orðaða, men varna og álvarsama røddin aftur í gongd.
- Sum eg áður havi nevnt, hevur Tjóðveldisflokkurin frá 1998-2004 gjørt vart við nakað positivt, men fullveldisverkætlanin hevði stórar veikleikar. Størsti veikleikin var manglandi mandatið og tørvandi kjølfestan í føroyska fólkinum. Teir umboðaðu ikki alt Føroya fólk á Christiansborg, men bert ein part, og hetta var ein høvuðsorsøk til, at fullveldisskútan kollsigldi, sigur Hanus Kamban. Rithøvundurin harmast um, at kjakið ofta hevur verið eyðkent av eini generalisering. Hann heldur, at loysingarkósin eigur at síggjast í fleiri útgávum, fyrst og fremst í tveimum høvuðsútgávum.
- Vit hava eitt revolutionert og eitt evolutionert fullveldisrák í Føroyum, og meðan Tjóðveldisflokkurin umboðar tað fyrra, er evolutionera gongdin eftir mínum tykki meiri í samsvari við veruleikan, sigur Hanus Kamban. Hann heldur, at í politikki má ein altíð fyrihalda seg til tann búskaparliga og vinnuliga veruleikan, og her er føroyska tjóðin viðkvom og einstáttað. Sambært Hanusi heldur íslendska analogiin tí ikki, sum mangan verður nýtt sum grundgeving fyri fullveldi. Hann vísir á, at fullveldisrákið síðani 1998 hevur verið eyðkent av skilflýggjan, trúgv, trótandi analysu og romantiskum hugmyndum. Sjálvur sær Hanus fyri sær eina hóvligari gongd.
- Næsta stigið kundi verið ein umdefinering av ríkisfelagsskapinum við trimum javnbjóðis londum, tí sum nú er, virðismetir og tekur Danmark als ikki Føroyar og Grønland í álvara, og hetta er syrgiligt. Eg vóni ikki, at núverandi landsstýri leggur sjálvstýrisgongdina á hillina, sigur Hanus Kamban, sum hóast sína skeptisismu sostatt gevur til kennar eina bleytari útgávu av loysingarsinnaðum hugsanum.
Bláoygdir fjølmiðlar
Hanus Kamban hevur fyrr í samrøðuni víst á, at hann umboðar ta demokratisku javnaðarhugsanina, men spurdur, um hesar gomlu visiónirnar ikki eru ein utopisk illusión í einum globaliseraðum heimi eyðkendum av alsamt fríari kapping og fríum marknaðarkreftum, kastar Hanus fyrst og fremst ljós á fyribrigdið globalisering og vendir kanónini móti fjølmiðlunum.
- Ein stórur veikleiki og vandi bæði í Føroyum og heimssamfelagnum er bláoygda lyndið hjá fjølmiðlunum at góðtaka politiskar mytur, sum globaliseringin eftir mínum tykki er eitt gott dømi um. Globalisering í áðurnevndu allýsing er eitt tilvitað amerikanskt hugskot, ein liður í amerikanska heimspolitikkinum og ein sminka at fjala og rættvísgera eitt óhugnaligt rák, har triði heimurin er undirkúgaður, vísir Hanus Kamban á. Sambært honum slúka fjølmiðlarnir og mong intellektuell rátt slíkar marknaðarførdar sannleikar, og svenski rithøvundurin Jan Gillou kallar hetta rák eina vulgarisering.
- Henda vulgarisering ger seg eisini galdandi í tí føroyska fjølmiðlaheiminum. Nú vit tosa um fjølmiðlar, haldi eg annars, at tilfarið í føroyskum bløðum mangan er alt ov illa frágingið - ikki minst um ein hugsar um málburð, stavseting og setningsgerð. Greinir og kronikkir minna ofta mest um kladdur. Ein so vánalig journlistisk handfaring kemur ikki fyri aðrastaðni, sigur Hanus Kamban atfinnandi.
Guddómligi neistin
Rúmið, vit sita í, er so við og við fylt við hugleiðingum um politikk og mentan, men sambært Hanusi Kamban seta vit nú hol á torførasta og mest abstrakta evnið higartil. Spurdur, hvør átrúnaðarliga støða hansara er mitt í samfelagsliga og skaldsliga engagementinum, dregur Hanus andan og drálar, áðrenn eitt svar er til reiðar.
- Eg eri ikki religiøsur í traditionellari, konfessionellari fatan, men ein partur av lívinum er væl at undrast á tilveruna og alheimin, og tá eg eitt stjørnuklárt vetrarkvøld hyggi upp í luftina, spyrji eg sjálvsagt meg sjálvan hvat, hví og hvussu, sigur Hanus hugsunarsamur. Hóast vit ongantíð fáa svar á lívsins stóru gátum, viðurkennir Hanus eitt ávíst forvitni, sum altíð er til staðar.
- Skal eg bólkast í nakra átrúnaðarliga kategori, eri eg helst agnostikari, sigur Hanus Kamban. Hann hevur gjøgnum skaldskap sín givið til kennar atfinningarsemi mótvegis kristnu trúnni, og sigur hann, at hann ræðist ítøkiligar átrúnaðarligar útleggingar.
- Hinvegin haldi eg, at t.d. týski mystikarin frá 12-1300´talinum Meister Eckhart er sera áhugaverdur. Hann tosar um tann guddómliga neistan í øllum á fold, og tá fær gudfrøðin ítøkiligar og praktiskar avleiðingar fyri medmenniskjuni, umhvørvið og alt lív, sigur Hanus Kamban.
Nútíðar sosiologar vísa fleiri á, at virðisrelativistiskir upploysingartendensir eyðkenna modernitetin, har siðvenjur, gomul virði og yvirførdir gudfrøðiligir sannleikar skrambla saman. Men Hanus Kamban metir ikki, at hetta er eitt positivt rák.
- Georg Brandes var um okkara leiðir kyndlaberarin fyri hesum modernaða ráki í eini uppgerð við feudalismuna, metafysikkina og kirkjuna, har ateisman skuldi vera leiðin til ein betri og fríari heim fyri andan og menniskjuni, men tað skelkandi úrslitið var, at vit fingu Hitler og Stalin í staðin, sigur Hanus Kamban. Hann vísir á, at tað var ikki so einfalt, sum upprunaliga varð hildið, tí á ein hátt kutaðu vit greinina av, sum vit sjálvi sótu á.
- Niðurstøðan er, at menniskjan hevur brúk fyri nøkrum virðum, eisini um tey eru irrationell og høpisleys. Um tann grundleggjandi samleikin og virðini verða skrødd burtur, hevur søgan víst, at okkurt nýtt kann koma inn, sum er meiri ræðandi, t.d. stalinisma, fascisma ella nazisma, og tí er áðurnevnda gongd ikki bara eitt positivt rák, sigur Hanus avgjørdur.
Mæti føroyski rithøvundurin, sum í næstum fær mentanarvirðisløn landsins, hevur nú verið víða henda fyrrapartin. Í løtuni er hann í holt við at skriva ævisøguna hjá yrkjaranum Hans Andriasi Djurhuus, og við eini eitt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins og penni í hond tekur tilverunnar óendaliga hav skap við nýggjum orðum og setningum úti í Fjalsgøtu í Havn. Prátið er at enda komið við henda eygleiðara lívsins, sum framhaldandi fer at lata skaldsligu gávur sínar streyma út í samfelagið.










