Tjóðskaparlig semja í sjálvstýrismálinum

   

Fyri at taka okkum fram í føroyskum sjálvstýri er umráðandi at hetta verður eitt felags mál og mið - ikki fyri helvtina, men fyri alla tjóðina, fólkið og flokkarnar. Á grundlógarráðstevnuni í mars 2003 sóust góðir møguleikar fyri eini tjóðskaparligari semju í sjálvstýrismálinum út frá hesum støði:
?Sjálvstýri Føroya skal víðkast og styrkjast.
?Føroyar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti, og vit kunnu tí frítt velja einahvørja broyting í stjórnarligu viðurskiftum okkara, sum vit koma ásamt um og standa saman um.
?Heimastýrislógin er ikki longur nøktandi karmur um føroyskt sjálvstýri. Í staðin verður nýggja stjórnarstøða Føroya ásett í sjálvstýrissáttmála millum Føroyar og Danmark.
Tíðin er farin frá Heimastýrislógini
Tað vóru grundleggjandi broytingar gjørdar í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, tá Heimastýrislógin kom fyri 55 árum síðani. Føroyar fingu lóggávu- og fyrisitingarvald, sum saman við avgerandi stuðli frá ríkismyndugleikunum hava staðið fyri stórum framtøkum í menningini av einum føroyskum vælferðarsamfelag
Tó er tað í dag ein sannroynd, at Heimastýrislógin ikki nøktar krøvini um føroyskt sjálvstýri. Hon avmarkar heimildir og virkisføri hjá føroyskum myndugleikum, og hon elvir til ógreiðir í valds- og ábyrgdarbýtinum millum føroyskar og danskar myndug-leikar.
Sjálvsavgerðarrætturin er ómissandi
Á grundlógarráðstevnuni var ein greið niðurstøða hjá leikum og lærdum, at Føroyar eiga sjálvsavgerðarrætt uttan minsta iva. Føroyar kunnu skipa seg í samveldi ella ríkisfelagsskap við annað land ella taka loysing, og fáa altjóða viðurkenning um nýggju støðu okkara,
- um løgting og landsstýri taka avgerðina á ein kvalifiseraðan hátt og standa við avgerðina,
- um føroyska fólkið áhaldandi tekur undir við avgerðini og vísir hetta t.d. á fólkaatkvøðu.
Sjálvsavgerðarrætturin er fyrst og fremst ein spurningur um sjálvsfatan. Sjálvsavgerðar-rætturin er tí ómissandi, so longi Føroya fólk og Føroya land eru til.
"Tvøroyrarskjalið" leingir um tíðina við heimastýri
Við tí sonevnda Tvøroyrarskjalinum frá juni 2003 samdust landsstýrið og danska stjórnin um at gera ein nýggjan yvirtøkuleist fyri einfaldgering av mannagongd og heimildum í samband við yvirtøku av málsøkjum, sum fella uttan fyri tey í Heimastýrislógini nevndu A- og B-mál. Millum manna verða tey nú nevnd C-mál. Tó eftir skulu standa uttanríkis- og verjumál, sum ikki kunnu yvirtakast. Tað er merkisvert, at henda avtala skal ikki setast í gildi sum ein politiskur sáttmáli millum tveir partar, men sum donsk ríkislóg!
Yvirtøkulógin verður tí bara ein nýggj undirgrein til ta gomlu Heimastýrislógina, uttan nakrað innihaldsliga broyting av skipanini. Tí eru bæði alternativu uppskotini hjá andstøðuflokkunum, Sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum og Nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum, meira víðgangandi enn ABC-heimastýrislógin hjá landsstýrinum, tí tey bæði uppskotini flyta mørk í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark - tað ger ABC-heimastýrislógin ikki.
Tí leingir ABC-heimastýrisleisturin stríðið um ríkisfelagsskap ella fullveldi. Allar ógreiður standa framvegis óloystar og fara framvegis at klúgva tjóðina í tveir partar í hesum máli. Vit fara áhaldandi at liva undir heimastýrisskipanini í langa tíð framyvir - avgerðin í sjálvstýrismálinum verður útsett í ókenda tíð.
Tjóðskaparliga semjan um ein sjálvsstýrissáttmála
Í staðin fyri ætlanina at halda áfram við heimastýri eiga vit at gera eina semju við hesum høvuðsinnihaldi:
?At vit áseta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í einum sjálvstýris-sáttmála sum ein politiskan sáttmála millum tvey sjálvstøðug lond, ið viðurkenna hvørt annað sum javnbjóðis tjóðir í einum felagsskapi - ríkis-felagsskapi, samveldi ella frælsum felagsskapi.

Til tess at tryggja Føroya sjálvstýri í eini nýggjari samveldisskipan er neyðugt við formligum og meira bindandi ásetingum partanna millum, enn tey lyfti danskir myndugleikar seinastu árini hava givið um at virða tær avgerðir, sum føroyingar taka.
Hetta ber til við sjálvstýrissáttmálanum, sum Føroyar gera við Danmark.
?hann kemur ístaðin fyri heimastýrislógina, sum fer úr gildi,
?hann staðfestir føroyingar sum tjóð og Føroyar sum land við sjálvsavgerðarrætti,
?hann ásetir valdsbýtið millum londini, millum føroyskar og samveldismyndugleikar,
?hann staðfestir, at Føroya løgting og landstýri verða hægsti myndugleiki og evsta vald í øllum málum, sum eru undir føroyskum málsræði,
?hann ásetir ávísa mannagongd, um so verður at Føroyar seinni vilja taka seg úr samveldinum,
?hann skal fráboðast ST, so hann fær altjóðarættarligt gildi.

Tað styrkir uppaftur meir um sjálvræði okkara, at nýggja stjórnarskipanin verður ásett í eini grundleggjandi stjórnarlóg (grundlóg):
?hon sigur hvussu politiska valdið er skipað innanlands og úteftir,
?her verður ásett hvussu landið er skipað fyrisitingarliga og rættarliga,
?her verða rættindi og skyldur hjá borgarum landsins festar í hægstu lóg.

Ein komandi føroysk stjórnarlóg skal taka støði í teim galdandi ríkisrættarligu viðurskiftunum, og hon ásetir hvør mannagongdin skal verða, um Føroya fólk vil gera munandi broytingar í ríkisfelagsskapinum, siga hann upp ella skipa annað samstarv. Ein slík stjórnarlóg kann kann haraftrat bert fáa gildi, um Føroya fólk tekur undir við henni á kvalifiseraðan hátt, við fólkaatkvøðu, við løgtingssamtykt og einaferð aftrat av nýggjum løgtingi, eftir at val hevur verið.
Tað ber væl til, at smærri lond, sum eru í ríkisfelagsskapi ella samveldi við onnur, hava sína egnu stjórnarlóg, umframt eina samveldis- ella ríkisgrundlóg. Tað eru fleiri dømi um at tað ber væl til aðrastaðni - so ber tað eisini til hjá okkum.
Nú grundlógarnevnd fer til verka av nýggjum, er óhugsandi at gera eina grund-leggjandi stjórnarlóg, sum bert helvtin av tjóðini tekur undir við. Javnaðarflokkurin setir tí sum treyt fyri framhaldandi arbeiðinum í nevndini, at ein komandi stjórnarlóg skal byggja á eina breiða tjóðskaparliga semju í sjálvstýrismálinum, ella í minsta lagi eina breiða semju um eina staðfesting av teirri verandi ríkisrættar-ligu støðuni og hvør mannagongdin skal verða, um henda skal broytast. Tað verður fyrsta uppgávan hjá grundlógarnevndini at orða hesa semju.
Av tí at tíðarfreistin er stutt - nevndin skal lata landsstýrinum fyribils álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 25. apríl 2004 - setir Javnaðarflokkurin eisini sum avgjørda treyt, at tann ríkisrættarligi tátturin er orðaður í seinasta lagið 1. jan. 2004.