Tjóðskaparhetja úr Katalonia til Føroya

Nú kemur heimkendi, Carles Puigdemon til Føroya á vitjan. Hann er serliga kendur sum tjóðskaparmaður í Katalonia, har hann stríðist fyri sjálvstýrið, og í hesum sambandi hevur hann verið nógv frammi seinastu tíðina.  

 

Og ní kemur fyrrverandi forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, til Føroya, her hann fer at umboð Katalonia á ráðstevnuni um tjóðskaparligan sjálvsavgerðarrætt, sum Tjóðveldi skipar fyri í Norðurlandahúsinum nú fríggjadagin. Ráðstevnan er almenn og ókeypis.

 

Umboðið úr Skotlandi verður Kenneth Gibson, tingmaður úr skotska tjóðskaparflokkinum, SNP, og úr Ný Kaledonia kemur leiðarin í fullveldisrørsluni har, Daniel Goa. Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, fer at leggja fyri.