Ongantíð fyrr hevur luftdygdin í Singapore verið so vánalig, sum hon er nú, tí í gjár var sokallaði smoggurin so tjúkkur, at hann bleiv lýstur sum beinleiðis heilsuskaðiligur.
Methøga luftdálkingin skyldast annars royk frá skógareldum í Indonesia, og seinnapartin mikudagin var dálkingin eftir bara einum tíma farin frá 190 upp á 290 á PSI-indeksinum.
Um dálkingin fer upp um 300, merkir tað, at tað er beinleiðis heilsuskaðiligt at vera á staðnum.
Gamla metið í luftdálking í Singapore er frá 1997, tá tað á PSI-indeksinum, ið stendur fyri Pollution Standards Index, kom upp á 226.