Bankarnir eiga ikki at gjalda út vinningsbýti til partaeigarar í løtuni, men heldur at goyma pengarnar á kistubotninum.
Tað sigur Tjóðbankin í hálvárligu meting síni av fíggjarliga støðufestinum í danska ríkinum.
Tjóðbankin grundar sínar metingar á, at fleiri húsagangir og tap av útláni fara at vísa seg, tá almennu hjálparpakkarnir fyrr ella seinni halda uppat.
– Kredittfeløgini eru higartil sloppin snikkaleys gjøgnum kreppuna. Men óvissan er framvegis ógvuliga stór, og feløgini eiga at vera varin við at leggja til rættis vinningsbýti, skrivar Tjóðbankin.
Fleiri ferðir í ár eru treytirnar fyri, hvussu nógvir pengar bankarnir skulu leggja til viks í ringum tíðum, linkaðar.
Hetta kravið verður kallað kontracykliski kapitalbuffarin. Ætlanin við at slaka í krøvunum, sum var ein politisk avgerð, var, at tað skuldi tryggja fleiri pengar til lán til virki og brúkarar.
Tjóðbankin leggur í hesum sambandi dent á, at teir pengar, sum eru leysgivnir, ikki skulu sendast aftur til partaeigararnar í bankunum.
Undir koronukreppuni hevur spurningurin um vinningsbýti hjá bankunum eisini verið eitt politiskt evni.
Stjórnin hevur heitt á bankarnar um ikki at gjalda vinningsbýti til eigararnar. Somu boð eru komin frá Fíggjareftirlitinum, sum hevur eftirlit við bankunum í ríkinum.
Stóru donsku bankarnir í Danmark og báðir bankarnir í Føroyum, Bank Nordik og Betri Banki, valdu ein fyri og annar eftir ikki at gjalda vinningsbýti.
/ritzau/