Málið um, hvørt føroyingar eru tjóð er framvegis ógreitt millum Føroyar og Danmark. Danir hava ikki viljað viðurkent føroyingar sum tjóð, og fyrr enn tað er gjørt, er torført at fáa glið aftur á sjálvstýrismálið, heldur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur
? Hvør ætlan so verður løgd fyri framtíðina, so fer spurningurin áhaldandi at stinga seg uppaftur, um føroyingar eru viðurkendir sum tjóð sambært altjóða lóg. Bæði av okkum sjálvum og donsku stjórnini. Ongin nýggj skipan er hugsandi uttan hesa viðurkenning, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, sum legði fram á altjóða grundlógaráðstevnuni í Norðurlandahúsinum hósdagin.
Tjóðarspurningurin sæst aftur í heimastýrislógini. Í donsku útgávuni, sum er samtykt á Fólkatingi, er ansað væl eftir, at orðið »nation« ikki verður brúkt. Í staðin verður sagt, at føroyingar eru »et selvstyrende folkesamfund«. Løgtingið samtykti hinvegin eina heimastýrislóg, ið lýsir føroyska fólkið sum eina tjóð ? føroyska heitið fyri »nation«.
Danska stjórnin hevur higartil ikki viljað broytt støðu í hesum avgerandi spurningi, og samráðingarnar í 2000 strandaðu uttan semju um hesum máli. Men tjóðarspurningurin er kortini ikki ein danskur trupulleiki, heldur Jógvan Mørkøre, men heldur ein innanhýsis føroyskur trupulleiki.
? Hóast samgongan strongdi á fyri at fáa viðurkenningina í 2000 og formliga hevur fingið undirtøku frá løgtinginum fyri, at altjóða samfelagið skal boðast frá, at føroyingar síggja seg sjálvar sum tjóð, so hevur landsstýrið ikki viljað handlað hareftir, sigur Jógvan Mørkøre.
Uppaftur verri hevur gingist at fáa greitt tjóðarspurningin uttan fyri samgonguna í Føroyum, vísir Jógvan Mørkøre á, tí stóru andstøðuflokkarnir hava verið ógvuliga varnir við at nevna orðið tjóð í øllum sínum uppskotum til økt sjálvstýri og hava bert víst til føroyska tekstin í heimastýrislógini.
Jógvan Mørkøre trýr ikki upp á loysnir, fyrr enn gomlu syndirnar eru fingnar av vegnum.
? Tá føroyingar eru viðurkendur sum tjóð av øllum pørtum í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, verður tað helst nógv lættari at finna loysnir og mýkja ósemjurnar, sigur Jógvan Mørkøre.










