Fólk fyrireika seg í hesum døgum at halda Ólavsøku. Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara og hon er eisini tann seinasta av summarstevnunum. Hon ein mentanarstevna við framsýningum, dansi, konsertum og fundum. Hon er ein sølustevna og hon er hjá nógvum eisini ársins ball. Ólavsøkan er gaman og álvari.
Tað er ikki ov nógv sagt, um vit siga, at ólavsøkan er ein týðandi partur av samleika føroyinga. Nógv er siðvenja, tradisjón, men tjóðarhátíðin er eisini nýskapandi, kveikjandi, og setir hugin á flog hjá teimum, sum skulu skipa fyri og fyrireika ólavsøkuna og tiltøk á ólavsøku.
Ólavsøkan bjóðar eisini til stórar hátíðarløtur. Eitt nú eru løturnar, tá ólavsøkan verður sett, skrúðgongan við landsstýri, løgtingslimum, prestum og embætisfólkum undan ólavsøkuguðstænastuni og sangurin undir tínghúsinum undan løgtingssetanini sannar hátíðarløtur, tá fólk veruliga kenna føroyska samleikan.
Hesin meira álvarsami parturin hevur stóran týdning, men ítrótturin, mentanin og tey ymisku verðsligu og andaligu tiltøkini hava ikki minni týdning.
Ólavskuaftan endar kappingarárið hjá tjóðarítrótt okkara - kappróðrinum. Tað er at fegnast um, at áhugin fyri kapp-róðrinum tykist at vaksa í fleiri støðum, eitt nú í høvuðsstaðnum, við miðvísari venjing frá ársskiftinum, samstundis sum tað er at harmast um, at onnur siðvond kappróðrarpláss ikki klára at manna bátarnar. Men vónandi koma gomlu kappróðrarbygdirnar við aftur, so kappróðurin verður meira fjøltáttaður og spennandi.
Kappróðrarárið er økt við einari stevnu, men spurningurin er, um ikki vit kanska áttu at fara hugsa um fleiri møguleikar, nú bátarnir eru so nógvir í summum støddum. Kanska við fleiri bólkum. Men spell er, at 10-mannaførini bara eru fýra í tali og at eini er hvørki í Norðoyggjum og í Suðuroynni.
Eftir kappróðurin er føroyameistararnir ikki funnir. Tað sama ger seg ikki galdandi fyri tvær ítróttargreinir, sum eisini seta dám á ólavsøkuna, fótboltin og kappríðingin, men ólavskudag verður vinnarin í steypakappingini í fótbólti funnin, og ársins kappríðing er eisini ólavsøkudag.
Ólavskan býður til nógv gott, men tíverri tykist hon eisini at vera í so handilslig. Alt tað, vit kunnu bjóða teimum smáu, børnum, kostar nógvan pening, og eittans endamál liggur aftan fyri - at vinna pening. Kann tað vera rætt? Skulu vit ikki kunna bjóða børnunum okkurt, sum kann undirhalda og stuttleika tey, uttan at eitt handilsligt endamál liggur aftanfyri? Her er brúk fyri nýhugsan.
Tíbetur tykist nýggja rúsdrekkalóggávan hava broytt siðir og mentan. Nú slepst udnan at bestilla ein kassa, og nú ber til at fara inn á eitt vertshús ella matstovu og drekka eitt glas uttan at vera lógbrótari. Nøkur fáa sjálvandi ov nógv uppí høvdið, men tað tykist sum um føroyingar duga betur at fara um "tað váta slagið", sum jú er ein týðandi partur í ólavsøkuni, tá vertsskapur, hugni og gestablídni verður settur í hásæti. Góða ólavsøku!