Ein sera sjáldsom mynd, sum vísir ísfjallið, ið Titanic sigldi á í Norðuratlantshavinum í 1912, verður seld á uppboðssølu í USA í næsta mánað.
PRAuction-uppboðssølan í New Hampshire sigur, at tann svart/hvíta myndin av tí stóra ísfjallinum minnir nógv um myndirnar, sum nakrir av manningini á Titanic tóku um somu tíð.
Sagt verður, at tað er W. F. Wood, skipari á Estonian, sum tók myndina tveir dagar aftan á Titanic-vanlukkuna. Hildið verður, at hon er millum
8.000 og 10.000 dollarar verd.
Uppboðssølan verður í døgunum 13. til 16. desember.