Í sendingini Ghetto Føroyar, sum fer av bakkastokki klokkan 14.00, fara útisetarnir at kjakast um hvussu føroyska samfelagið kann fyribyrgja kynsligt misbrúk av børnum.
Summi halda, at pedofili er ein sjúka. Onnur halda, at tað er ein kynslig orientering, meðan summi halda, at pedofili er at meta við øll onnur brotsverk.
Í dag fara Bjørt Lind, sum skrivar speicale um misnýtt børn, og sum hevur starvast Ríkissjúkrahúsinum, á tí deildini, sum tekur sær av júst hesum børnunum, og Jan Klein Olsen, sum lesur løgfrøði og hevur arbeitt í ákæruvaldinum hjá løgregluni í Norðursælandi, at kjakast um hetta evni.
Tey bæði fara at geva sítt boð uppá hvat ein hóskandi revsing er fyri pedofili.
Eisini verður livandi tónleikur við Eivør Pálsdóttir, samrøða við kappróðrarfólk í Danmark, og ein klumma á skránni.
Sendingin byrjar klokkan 14.00