Tingmenn hava nú lagt støðið undir samráðingarnar

Við at hækka tingmannalønirnar 11.000 krónur hevur løgtingið nú lagt støðið undir samráðingunum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Leygardagin sessast partarnir við samráðingarborðið

Eirikur Lindenskov


? Hetta fer at fáa stóra ávirkan á samráðingarnar, sum nú eru við Fíggjarmálastýrið.

Hetta sigur formaðurin í starvsmannafelagnum, Gunnleivur Dalsgarð, eftir at løgtingið samtykt endaliga stóru lønarhækkingina til tingmenn.

? Politiski myndugleikin leggur nú linjurnar - og teir fremja somu hækkan í lønarstøðinum, sum vit løgdu upp til í okkara samráðingaruppleggi.

Gunnleivur Dalsgarð vísir á, at lønirnar hjá limum Starvsmannafelagsins er glidnar so nógv afturúr í 90?unum, at tær mugu hækka 60% fyri at koma upp á sama støði sum í 1990.

? Hetta passar eisini sera væl við gongdini í Danmark. Har eru lønir og aðrar ábøtur vaksnar eini 5% um árið - og flyta vit hetta yvir á føroysk viðurskifti, so líkist hetta 60%, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at tað er sera áhugavert, at tingmenn fremja hesa lønarhækking - og hann sigur seg ikki skilja, at arbeiði hjá tingmonnum skal vera so nógv meira vert, enn annað arbeiði.

? Vit fara eisini til arbeiðis hvønn dag fyri at gera okkara dagsverk til lítar. Sjálvandi vilja vit hava eina sømiliga løn. Tað skulu tingmenn eisini hava, men eg dugi ikki at síggja, at teirra arbeiði er so nógv meira vert, at teir kunnu fáa so stóra lønarhækkan, meðan vit ikki fáa tað. Atburðurin, teir vísa í tinginum, bendir ikki júst á hetta borðið.

Gunnleivur Dalsgarð undrast eisini á allar ágóðarnar, sum tingmenn fáa - og hann spyr:

? Hvussu er við løn og samsýning, tá tingmenn ikki eru til arbeiðis? Verða teir trektir í løn, tá teir eru sjúkir?

Gunnleivur Dalsgarð vísir á, at ein meiriluti í tinginum júst hevur avvíst at taka av karensdagaskipanina, sum ger, at alment lønt verða trekt í løn tveir teir fyrstu sjúkradagarnar.

Í uppskotinum, sum løgtingið samtykti í gjár stendur, at tingmenn fáa bæði løn og vinna sær eftirlønaraldur, meðan teir eru burtur vegna sjúku.



Leygardagin fara Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið undir veruligar samráðingar, og Gunnleivur Dalsgarð heldur tað vera áhugavert, at løgtingið frammanundan hevur lagt støðið - og væntar hann, at okkurt positivt man spyrjast burtur úr hesum.

Gunnleivur Dalsgarð spyr eisini, hví løgtingið ikki tekur stigið fult út og krevur, at tingmenn skulu vera tingmenn burturav - heldur enn at hava slíkar løgnar ventilar sum gera, at tingmenn kunnu snúgva sær so ella so. Hann vísir eisini á, at hægsta vanliga lønin eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum er 24.000 krónur - og at miðallønin er 16.000 krónur um mánaðin.

? Men løgtingið hevur hjálpt okkum á leið nú beint undan samráðingunum við Fíggjarmálastýrið - og tað kann eg bara fegnast um, sigur hann.