Tingmenn hava bóltin

Fíggjarlógin er nú til viðgerðar á løgtingi. Tað er torført at meta um, hvørja lagnu hon fær við fyrstu viðgerð og í fíggjarnevndini. Landsstýrisflokkarnir eiga at hugsa seg væl um, tá ið teir nú fara at viðgera hesa ársins mest týdningarmiklu lóg. Sama er um andstøðuflokkarnar at siga.Vit hava áður á hesum teigi givið fíggjarlógaruppskotinum bæði rís og rós. Tað er tí eingin orsøk til at endurtaka tað, ið vit hava sagt.

Men tá hetta er sagt meta vit tað sum okkara skylda at vísa á nøkur viðurskifti, sum tingmenn eiga at hava í huga, nú teir hava fingið bóltin. Sum nevnt hava vit her viðgjørt fíggjarlógaruppskotið út frá nøkrum yvirskipaðu heildarsjónarmiðum. Nú fara vit at nýta høvið at taka eitt stakmál fram tingmonnum til umhugsingar. Hetta mál kann tykjast lítisvert, men hava tað ikki tess minni stóran týdning fyri stórar samfelagsbólkar.

Í valstríði verða mangan lovað bæði líkt og ólíkt. Tað vil so vera. Nøkur vællyfti verða hildin. Tey flestu verða goymd og gloymd, tá val er av. Tað vil eisini so vera. Men nøkur vallyfti eru av einum slíkum slagi, at tey ikki eiga at verða gloymd ella rættari, at tey ikki skulu sleppa at verða gloymd. Hesi vallyfti, stór ella smá, eru av slíkum slagi, at tey eftir val ikki kunnu fara afur við borðinum. Eitt víðagitið vallyfti av hesum slagi er lyftið hjá Javnaðarflokkinum í 1958 um fólkapensiónina. Hvar hevði Javnaðarflokkurin verið í dag, um hann ikki eftir valið helt sítt lyfti til Føroya fólk? Í atkvøðum hevði hann ligið eitt stað ímillum Sjálsvtýrisflokkin og Miðflokkin! Men flokkurin helt sítt lyfti og kemur flokkurin uttan mun til, hvussu tað annars fer at gangast flokkinum, at standa sum tann politiski flokkur sum flutti Føroyar inn tí eftirkrígstíðina - sum gjørdi Føroyar til eitt nútímans norðurlendskt vælferðarsamfelag.

Javnaðarflokkurin gav í farna valstríði eitt hátíðarligt lyfti um bíligari mjólk og heilsugóðan skúlamat til føroysk skúlabørn. Hetta tóktiskt mongum eitt lítisvert vallyfti. Ikki var sørt, at gjøldur varð gjørt burtur úr hesum. Vit hildu tó tá og halda enn, at hetta var tað mest originala vallyftið, ið givið varð í einum kaotiskum valstríði. Eitt lyfti, sum sýndi okkum ein flokk, ið sum tann einasti tók ábyrgd av teimum allarveikastu í samfelagnum, samstundis sum hesi somu eru ímyndin av samfelagsins framtíð. Fíggjarlógin, sum nú er til viðgerðar á Føroya løgtingið, boðar frá, at samgongan ætlar, at her skal verða beint tvørturímóti. Mjólka- og matvøruprísir skulu hækka frá 1. januar 2005. Her hava tingmenn Javnaðarfloksins frá landsstýrinum fingið ein trupulleika, sum Føroya fólk roknar við, at hesir somu tingmenn loysa við góðari hjálp frá samgongu- so væl sum frá andstøðutinglimum. Teir hava møguleikan í fíggjarnevndini. Tingmenn hava bóltin.

Sosialurin