Tingmaður vil vita um fiskiskap hjá ferðafólki

– Eru ongar ásetingar fyri útlendingar um kravt fiskiloyvi, um hesir skulu dríva fiskiskap/-heimaútróður við føroysku strendurnar?

Tað vil Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hava at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum. Hann hevur sett landsstýrismanninum ein grein 52 a fyrispurning, har hann eisini spyr soleiðis:

– Er heldur onki hámark fyri hvussu nógv kann veiðast?

– Verður veiðan uppgivin og skrásett, so hon telur við í veiðuhagtølunum?

– Er her talan um loyvda veiðu, ella er tað ránsveiða?

– Um talan er um ólógliga veiðu. Hvussu leingi fer myndugleikin at venda blinda eyga til?

Kári P. Højgaard sigur, at seinasta heyst gjørdi hann landsstýrismanninum í fiskivinnumálum vart við, at hann av suðuroyingi varð kunnaður um, at útlendingar leigaðu sær bát/bátar at dríva útróður avmarkað tíðarskeið.

– Hesir vóru væl útgjørdir, arbeiddu fiskin sjálvir, og teir høvdu veiðina við sær av landinum, tá teir fóru avstað.

– Landsstýrismaðurin takkaði fyri upplýsingarnar og lovaði at kanna málið.

– Hoyrdi einki aftur og roknaði sostatt við, at hesin fiskiskapur var støðgaður, men nei. Sambært grein í Vágaportalinum, so hendir júst tað sama í ár sum undanfarin ár, og mynd av fiskarúgvu og monnum ið skera flak á bryggjuni, prógvar innihaldið í greinini, sigur Kári P. Højgaard.

Løgtingsmaðurin heldur, at neyvan nakað annað land í okkara parti av heiminum loyvir slíkum fiskiskapi.

– Rættir stuttleikafiskarar reika heimin runt fyri at fáa dreymafiskin. Tá hetta eydnast, verða myndir tiknar og fiskurin sleptur útaftur. Ja munur er á, sigur Kári P. Højgaard.

Hann heldur, at um menn koma við reiðskapi og frystiútgerð, leiga bátar og royna í dagavís, má talan verða um vinnuliga veiðu. Tí er alneyðugt at støðga hesi gongd, áðrenn óskilið vindur upp á seg, so enn fleiri útlendingar fara at gagnnýta hendan møguleikan, sigur hann.