Tinglimir skulu bara fáa tímaløn

Tinglimir skulu fáa løn eftir, hvussu nógv teir arbeiða og hvussu væl teir møta upp

Tinglimir skulu ikki hava fasta løn, men skulu hava tímaløn.

 

Tað er eitt uppskot, sum er lagt fyri Ungdómstingið í morgun.

 

Fríði Slættalíð, sum legði uppskotið fram, heldur, at tað er rættari at tingfólk fáa løn eftir, hvussu nógv teir arbeiða og, hvussu væl teir møta upp á løgtingfundum og nevndarfundum.

 

- Tinglimir eiga at ganga fremst í øllum málum, eisini tá ið tað ræðir um arbeiðsmoral og arbeiðstíð, sigur hann.

 

- Tinglimir skulu ikki sleppa at vísa fólki, at tað ber til at skulka, uttan at tað fær avleingar, heldur hann.

 

Hann heldur, at tað ber til at hava eina skipan, har tinglimir logga seg inn, so tað sæst, hvussu nógv, teir hava arbeitt og so fáa teir løn eftir tí.

 

Brandur Gaard Solmunde spyr um tinglimir so eisini fáa løn fyri at hava fundir uttanfyri Løgtingið, ella tá ið teir vitja á einum skúla. Tað halda ungdómstinglimir, at teir eiga.

 

Hilbert Johannesen heldur, at hetta er eitt sera týdningarmikið mál.

 

- Fáa løgtinglimir tímaløn, kann tað at eggja teimum at møta betri upp og av tí sama fáa tey ymsu málini eisini eina betri viðgerð.

 

Kristina Á. Jacobsen heldur, at tímalønin má vera høg fyri at dugnalig fólk skulu tíma at bjóða seg fram í politikki.

 

Jákup á Henriksen vildi heldur fara heilt hinvegin. Hann heldur, at tingfólk skulu bara fáa mat og bústað, men onga løn, so at tað bara vera eldsálir, sum fara upp í politikk.

 

- Hetta er eitt týdningarmikið stig at fyribyrgja korruptión, har politikarar bara stilla upp fyri lønina og fyri egnan vinning, heldur hann.

 

Les eisini: Lægri aldursmark at keypa veikt rúsdrekka

 

Magnus Heinason Eysturoy heldur, at tinglimir skulu bara hava vanliga arbeiðsmannaløn, tí tað er einki krav um, at tinglimir skulu hava útbúgving.

 

Les eisini: Helmingin av Ungdómstinginum

 

 

Sí fleiri myndir frá Ungdómstinginum við at trýsta HER