- Tað er týdningarmikið, at tað er skipað fyri hesari ráðstevnuni, tí vit mugu fáa orðaskiftið um ES upp á eitt hægri støði. Tað er gott, at vit fáa sett hol á eitt kjak um teir ítøkiligu møguleikarnar, sum vit hava í mun til ES. Tað má ikki verða eitt kjak uttan nakað innihald. Tað má verða ítøkiligt, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
- Vit hava fingið lýst nakrar møguleikar, og eg haldi íslendingurin lýsti sera væl, hvønn týdning tað hevur havt fyri Ísland at vera við í EBS. Tú hevur flutt Ísland frá at vera eina nokkso lukkaða fiskivinnutjóð til at verða eitt modernað globalt samfelag við handilssambondum allastaðni. Føroyingar standa nokk har, sum Ísland stóð tá. Hava føroyingar fyrst sett sær eitt mál um, hvat teir sjálvir vilja, so er ikki vist, at tað eru nakrar forðingar. ES hevur eisini víst á, at tingini kunnu boyggjast, og sjálvt lítil lond sum Malta hava fingið ES-limaskap, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Greinin er partur av greinarøð um ES:
ES má finna semju við Føroyar, Ísland, og Noreg
Vit eru ein bananrepublikk
Kontroversiellar avgerðir um ES
Ríkisrættarliga støðan má avklárast
EFTA politiskt best møguleika
Tingini kunnu boyggjast
Fiskivinnupolitikkurin má greinast
EBS hevur gagnað Íslandi
EBS og EFTA - Hvat er tað?