Tingið vrakaði forsætisráðharran

Slovenia er komið í eina álvarssama politiska kreppu, eftir at tjóðartingið í dag sýtti fyri at viðurkenna ríkmannin Zoran Jankovic (myndin) sum landsins forsætisráðharra. Nakrir flokkar sýttu fyri at taka lut í atkvøðugreiðsluni, og avleiðingin var, at bara 42 av teimum 90 tinglomunum atkvøddu fyri Jankovic.

Danilo Turk, forseti, bað í síðstu viku Zoran Jankovic skipa stjórn, tí flokkur hansara, Positive Slovenia, fekk flestar atkvøður á tjóðartingsvalinum, sum var tíðliga í desember. Síðani hevur Jankovic roynt at finna ein meiriluta, men til fánýtis.

Spurningurin er nú, um forsetin fer at biðja onkran annan skipa stjórn, ella um onkur flokkur fer at royna sjálvboðin.