Tinghellan: Tinghellan - val 04

Vit hava á Tinghelluni roynt at viðmerkt ymisk evni í sambandi við løgtingsvalið

Í hesi grein er ætlanin at taka samanum valstríðið. Støðið verður tikið í valskráunum, men eisini verður komið inn á aðrar partar av valstríðnum. Men ikki ber til at taka hædd fyri øllum framførdum sjónarmiðum, tí valgreinarnar hava verið so rúgvismiklar, at ringt er at lesa tær allar, eins og tað ikki ber til at verða til staðar á øllum valfundum og tiltøkum, eins og at fylgja við á fleiri útvarpsrásum og í sjónvarpinum í senn.

Men eg fari at hætta mær undir at royna at býta flokkarnar upp eftir ávísum evnum. Grundleggjandi er tað tann gamli vinsra-høgra, umframt loysing og samband og síðani hyggja, um tað eru tann vegin floksbýtið enn er í Føroyum. Hin Stuttligi Flokkurin, verður bert nevndur innan øki hann hevur markerað seg.

Vanligt hevur verið kring heimin, ið hvussu so er í vesturheiminum at býta politikkin í vinstra og høgra. Mær dámar betri at brúka organist og individuelt, tí í veruleikanum er eingin munur á uttast høgra og uttast vinstra, og rættast er kanska at tekna eina ringrás, heldur enn eina beina linju.
Organist merkir í hesum føri, at einstaklingurin er partur av einari heild og heildin er tann týdningarmesta. Í tí individuellu ásjónini er einstaklingurin friðhalgaður

Klassiskt vinstra - høgra

Skattur, einstaklinga rættindi

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ætla at seta skattin niður. Teir hava eina liberala trúgv uppá, at hetta fær samfelagshjólini at mæla skjótari. Teir meta eisini at skattalætti gevur tí einstaka meira frælsi. Sjálvstýrisflokkurin arbeiðir fyri at fáa lægri skatt, men ikki skattalætta beinanvegin.
Flokkurin sigur seg sjálvan verða ein sosial-liberalan flokk.

Miðflokkurin er uttast høgra, hann er organiskur, tí tað eru ikki einstaklingurin sum skal tryggjast. Hetta sæst í teirra ásjón á samkynd, sum teir meta skula til avvenjingar. Hinvegin leggja teir stóra áherðslu á tað einstaka lívið í fosturtøkuspurninginum, sum tá skal verjast. Miðflokkurin ynskir, at tað skattaliga skal verða fyrimunur at verða giftur.

Javnaðarflokkurin heldur fast um síni sosialdemokratisku virðir, og hugsar fyrst um tað sum fæst fyri skattapengarnar er gott nokk. Fyrst vælferð og síðan skattalætta. Hjá Javnaðarflokkinum er tað fyrst umráðandi at hugsað um tey veiku á samfelagnum. Javnaðarflokkurin er sostatt vinstrumegin miðjuna, har tað er meiri umráðandi at verja at hava pláss fyri minnilutum og at verja tey veiku í samfelagnum, heldur enn at geva einstaklinginum so nógv frælsi, sum gjørligt.

Tjóðveldisflokkurin leggur størst áherðslu á ríkisrættarligu støðuna, og kann tí sigast at verða ein nationalur flokkur á tí økinum. Flokkurin leggur ikki upp til skattalætta, men at skattapengarnir verða væl brúktir og skattalætta um tað ber til fíggjarliga. Flokkurin hevur flutt seg frá at verða vinstra flokkur í búskaparmálum, til at hava eina sera liberala fatan av vinnuni, og tekur harðliga frástøðu frá møguleikanum fyri studningi til vinnuna.


Vælferðarsamfelagið
Munur er á møgulleikunum hjá flokkunum høgru megin miðjuna í okkara størri grannalondum, tí har ger støddin á londunum tað møguligt at hava privat alternativ á vælferðarøkjum. Í Danmark t.d. er hvørki Vinstra ella Konservativu ímóti vælferðarsamfelagnum, men vilja gjarna hava kapping á hesum øki, soleiðis at privat kunna bjóða teimum almennu tænastunum av. Tað ræður sostatt ikki um at avtaka vælferðarsamfelagið, men at tann einstaki kann velja millum ymsar møguleikar, tað er valfrælsi, sum er avgerðandi. Hvørki Fólkaflokkurin ella Sambandsflokkurin ætla at skerja vælferðarsamfelagið. Skattalættin skal fíggjast við øðrum miðlum.

Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin vilja ikki skerja vælferðarsamfelagið, men fokusera uppá, hvat fæst fyri skattapeningin. Miðflokkurin grundar vælferðarsamfelagið á Bíbliuna.

Fiskivinnupolitikkur
Tjóðveldisflokkurin er einasti flokkur, sum greitt burturvísur møgulleikanum fyri at veita vinnuni stuðul. Eingin flokkur tosar um at veita beinleiðis vinnustuðul, men afturvísa heldur ikki
møguleikanum til kreppuraktu ali- og rækjuvinnuna. Allir flokkarnir tosa um at skapa betri karmar og gransking á økinum, soleiðis at vit fáa skapt eina betri virðisøking av fiskaframleiðslu.
Bert Hin Stuttligi Flokkurin hevur tora, at sagt at serligi skattafrádrátturin til fiskimenn skal avtakast. Í búskaparhøpi er serligur skattalætti til ávísar bólkar, tað sama sum stuðul, Munurin er bert, at ístaðin fyri at tað kemur inn á bankabókina, verður tað trekt av í skatti.

Miðspjaðing og rationalsiering av miðfyrisitingini
Allir flokkarnir ganga inn fyri miðspjaðing, men ynskja samstundis at rationalisera almenna sektorin. Vit hava á Tinghelluni sett spurnaðartekin við, um tað ber til. Men sakna ynskir og leistar frá politikarunum, um hvørja nágreiniliga ætlan teir hava, og hvat endamálið við miðspjaðingini skal verða.

Eldri og børn
Flokkarnir eru samdir um, at eldraøkið skal betrast munandi. Men eisini her mangla visiónir, hvussu skal tað endaliga eldraøkið síggja út?
Viðvíkjandi børnum tosa onkrir flokkar um barnapengar og at pengarnir skula fylgja barninum, soleiðis at um eitt foreldur hevur hug at ansa sínum barnið, fær tað pengar fyri tað. Serliga Fólkaflokkurin og Miðflokkurin hava havt hetta frammi, men Sambandsflokkurin tóktist ikki at hava nakað ímóti hesum. Sjávstýrsflokkurin vil hava barnaansingartrygd og at børnini verða stimbraði á dagstovni. Systkinaavsláttur hava bæði Miðflokkarin og Javnadarflokkurin í teirra valskrá, men allir flokkar tykjast vilja arbeiða við hesum.

Her haldi eg tó, at tað er vert at minnast til, at stuðul og eyka skattafrádráttur í princippinum er tað sama. Tann fyri kemur til tín, meðan tann seinni ongantíð fer av bankabókini og barnafamiliur fáa skattafrádrátt.

Útbúgving og Gransking

Allir flokkar tykjast vera á einum málið um, at tað er serstakliga umráðandi at menna gransking og útbúgving. Men tað er munur á flokkunum. Javnaðarflokkurin vil hava ókeypis frálærutilfar á miðnámsskúlunum og at vinnugranskingin skal mennast. Sjálvstýrið ynskir at menna og styrkja Fróðskaparsetrið. Tjóðveldi ynskir at spjaða undirvísing og gransking kring landið í deplar. Men allir flokkar vilja styrkja hetta øki.

Umhvørvið
Sambandsflokkurin førir fram, at vit skula taka altjóða ábyrgd á umhvørvisøkinum. Javnaðarflokkurin leggur dent á alternativa orku, eins og Sambandsflokkurin. Sjálvstýri ynskir eina umhvørvisvernd. Tjóðveldi vil eisini hava alternativa orku og ein granskingastovn fyri havumhvørvi og veðurlagsbroytingar. Miðflokkurin heldur at tað er neyðugt at arbeiða við eini hugburðsbroyting.

Samferðslunetið
Allir flokkarnir tykjast at vera á einum máli um, at samferdslunetið skal útbýggjast munandi og undirsjóvartunnil til Sandoynna verður nú roknað sum verkætlanin aftaná Norðoyartunnilin.

Uttanríkispolitikkur
Allir flokkar siga seg verða fyri víðari ræsum í samband við sjálvstýri. Sambandið sigur seg eisini ganga inn fyri meiri sjálstýri enn vit hava í dag í sínum nýskipanaruppskoti. Javnaðarflokkurin hevur eina tjóðskaparligu semju, men eins og allir hinir flokkarnir vísa á, at Føroyar skulu hava tað avgerðandið orðið og harvið sjálvsavgerðarrættin.
Undantikið Sambandið og Tjóðveldisflokkinum, eru flokkarnir sera flákrandi, men allir siga seg vilja hava meiri sjálvstýri enn í dag. Her er enn ein klár polarisering ímillum Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Grundlóg
Soleiðis sum eg havi skilt støðuna, er tað bert Sambandsflokkurin, sum er ímóti eini føroyskari grundlóg.



Samanumtikið
Í hesum yvirliti sæst, at vinstra-høgra býti er galdandi innan skattapolitik, har Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tvíhalda um, at ein skattalætti fær hjólini at mala skjótari. Fólkaflokkurin vísur samstundis á frælsi hjá tí einstaka at velja.
Hinir flokkarnir hugsa fyrst um hvat fæst fyri skattakrónuna, áðrenn skattalættin skal inn. Miðflokkurin er kanska eitt fet høgru megin miðjuna, meðan hinir eru vinstru megin.

Innan vælferð liggja allir flokkarnir omaná hvørjum øðrum á miðjuni, tó so at Fólkaflokkurin helst er eitt sindur til høgru, við sínum ynski um valmøguleikar.
Í fiskivinnu, ella vinnupolitiki sum heild er Tjóðveldisflokkurin mest liberalur. Flokkurin heldur at vinnan skal klára seg sjálva. Sambandið og Fólkaflokkurin eru longri til høgru enn Sjálvstýrið og Javnaðarflokkurin, sum má sigast at liggja á miðjuni um klassiska myndin verður brúkt. Allir vilja gera betri karmar, men útiloka ikki stuðli til kreppurakta vinnu. Allir vilja betra um eldra- og barnaøkið, har eru Fólkaflokkurin og Miðflokkirin mest til høgru við hugskotum um at pengarnir skula fylgja barninum, sum vanliga er eitt liberalt-konservativt hugskot. Hinvegin er systkinaavsláttur, sum serliga Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin hava havt frammi, eitt uppskot vinstrumegin.
Allir flokkarnir vilja stuðla og menna gransking og hava sum so ikki serliga ítøkilig hugskot um, í hvønn mun tað skal verða privat og alment.
Vanliga hava umhvørvisáhugamál verið mett sum politikkur vinstrumegin miðjuna. Her er tað bara Fólkaflokkurin sum ikki hevur markerað seg, og tann einasti sum er høgrumegin í einum klassiskum býti.
Allir flokkar ynskja at styrkja munandi um samferðslunetið, men tað hevur ikki verið nógv frammi um, í hvussu stóran mun øki skal verða alment ella privat.

Loysing- Samband
Allir flokkar siga seg vilja hava meira sjálvræði og stýri. Allir uttan Sambandflokkurin ynskja at staðfesta, at sjávlsavgerðarætturin í øllum málum er í Føroyum.

Tað er trupult at seta eitt klassiskt vinstra-høgra yvirlit, tí flokkarnir liggja í stóran mun omaná hvørjum øðrum um miðjuna, eins og støðan er í flestu grannalondum okkara. Skilnaðurin millum høgra og vinstra er vorðin minni, tó at hann sæst í skattaspurninginum. At flokkarnir líkjast meiri, sæst bæði á vinnupolitikkinum, har ynski um at tað almenna heldur seg uttanfyri, er stórt; og á vælferðarsamfelagnum, sum øll ynskja.

Um ein betri mynd skal gerast av flokkunum í mun til hvønn annan, skulu onnur kriteriur, enn tey vanligu vinstra-høgra við inn í myndina, fyri at lýsa teir í mun til hvønn annan.

Hetta er ein roynd at vísa á, hvar flokkarnir standa politisk innan nøkur málsøki. Um tað er eydnast, má lesarin meta um.