26. tingfundurin hesa setuna varð settur í gjár klokkan hálvgum tvey. Á skránni fyri fundin vóru trý mál, nevniliga ófráboðaðir spurningar, svar uppá fyrispurning frá Hendriki Old til Vibekke Larsen, ríkisumboðskvinnu og at enda var framløga á skránni.
Hendrik Old spyr í fyrispurninginum, um danska stjórnin hevur ætlanir um at gevast við donsku sjóverjutyrluflúgvingini við Føroya, og nær hetta verður, um tað verður.
Ríkisumboðskvinnan svaraði, at tyrluflúgvingin verður ikki skerd.