Tingfundir á internetinum

Nú ber til hjá øllum, sum hava teldu og internet, at hoyra orðaskiftið á tingi beinleiðis um internetið

Tað hevur í nøkur ár borið til at hoyrt allar tingfundir beinleiðis umvegis sendinetið hjá Sjónvarpinum. Men hetta hevur bert borið til, tá Sjónvarpið annars ikki sendir.

Nú hava tey, sum hava stóran áhuga fyri politikki, fingið ein møguleika afturat at fylgja við tí, sum fyriferst á tingsins røðarapalli. Fyritreytin er tó, at tú hevur teldu og atgongd til internetið. Á heimasíðuni hjá løgtinginum ber nevnliga til at hoyra orðaskiftið beinleiðis í sokallaðum real stream.

Fyri at hoyra orðaskiftið krevst eitt forrit, sum kallast Real Player, og er hetta at fáa ókeypis á internetinum.

Heimasíðan hjá løgtinginum er at finna á www.logting.fo.