Skulu taka støðu til danskar milliónir til sín sjálvs

Á tingfundinum í dag fara løgtingsfólk at umrøða uppskot um at geva politisku flokkunum 2 milliónir danskar krónur í stuðuli til politisku flokkarnar

Tað verður spennandi at síggja, um danskur ríkisstuðul til fimm føroyskar flokkar flýgur ígjøgnum í Løgtinginum. 

Tað snýr seg um nógvar pengar, sum flokkarnir fáa í ríkisstuðuli, Sambandsflokkurin, sum fær mest, fær góðar 300.000 krónur um árið í ríkisstuðuli úr Danmark. Næstmest fær Javnaðarflokkurin, sum fær góðar 280.000 krónur. 

Tjóðveldi hevur rætt til góðar 180.000 krónur, Fólkaflokkurin til 155.000 krónur, Miðflokkurin 45.000 krónur, meðan Framsókn einki fær. Orsøkin er, at Framsókn fekk ov fáar atkvøður við seinasta fólkatingsval.

Talan er um stuðul frá Fólkatinginum til politiskar flokkar, sum stilla upp til fólkatingsval. Flokkarnir – ella uttanflokkavalevni – fáa 37 krónur fyri hvørja atkvøðu, sum teir fáa. Men treytin er, at flokkarnir ella uttanflokkavalevni, fáa í minsta lagi 1.000 atkvøður. Annars fáa tey ongan stuðul. Framsókn er einasti flokkur, sum ikki rakk upp á 1.000 atkvøður við seinasta fólkatingsval, tí hevur flokkurin ikki rætt til danskan ríkisstuðul hetta valskeiðið.

Orsøkin til at málið kemur í Løgtingið nú er, at tey í Danmark eru vorðin varug við, at lógin, sum kom í gildi í Danmark í 1987, av misgávum ongantið er komin í gildi í Føroyum, sjálvt um tey hava goldið pengar til føroysku flokkarnar eftir lógini. Tí steðgaði útgjaldið í 2022.

Ætlani er nú at seta lógina formliga í gildi í Føroyum, so tey aftur kunnu gjalda út pengar, helst eisini tað, sum ikki er goldið síðani 2022.

Spurningurin er so, um føroysku politisku flokkarnir eru sinnaðir at taka ímóti donskum ríkisstuðuli, ella um hann kanska skal niðurlagast á sama hátt sum blokkstuðulin.

Tað fáa vit meira at vita um, at málið kemur til 1. viðgerð í Løgtinginum á tingfundinum klokkan 13.