Tingfólk vilja ikki at stuðla kapping ímóti privatum hotellum

– Nú almenna flogfelagið er vorðið týðandi partur av føroysku hotelvinnuni, hevur tað sum flogfelag átikið sær óneyðugan váða, og vandi er fyri ójavnari kapping í hotelvinnuni. Hetta er óheppið, sigur fíggjanevndin í atfinning at Atlantsflog.

Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur skrivað álit í sambandi við eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2020, har landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skjýtur upp at játta Atlantsflog 100 milliónir krónur í sambandi við, at felagið er komið illa fyri í koronukreppuni.

Men politikararnir eru eisini varugir við, at Atlantsflog er farið undir hotelrakstur, og at felagið soleiðis kappast við privatu hotellini í Føroyum. Tí hevur fíggjarnenvdin hesa viðmerking í samnandi við, at nevndin tekur undir við, at Atlantsflog fær hesar 100 milliónir krónurnar úr landskassanum:

»Viðvíkjandi uppskotna kapitalinnskotinum til Atlantsflog er tað undir viðgerðini upplýst fyri nevndini, at flogfelagið tryggjar lángevarum hjá ognarfelagnum av hotelbygninginum, at rakstur og gjaldføri hjá hotellinum eru nøktandi til at halda virksemið gangandi í fimm ár frá tí degi, at leigusáttmáli hjá hotellinum við Ognarfelagið er galdandi.

Síðan er hendan trygdin longd við einum ári vegna støðuna við koronu.

Nú almenna flogfelagið er vorðið týðandi partur av føroysku hotelvinnuni, hevur tað sum flogfelag átikið sær óneyðugan váða, og vandi er fyri ójavnari kapping í hotelvinnuni. Hetta er óheppið.

Vegna ta niðurgongd í virksemi, sum korona hevur havt við sær fyri P/F Atlantsflog, ásannar nevndin tó, at tað er neyðugt at játta umbidna kapitalinnskotið í flogfelagið. Nevndin leggur tó dent á, at tær 100 mió. kr. ikki eiga at verða brúktar í samband við hotelvirksemið hjá dótturfelagnum, og hevur nevndin á fundi frá leiðsluni í flogfelagnum fingið váttan fyri, at samhandil við dótturfelagið fer fram millum keypara og seljara í armslongdarhandli.«