Tá tingfundurin endaði í dag, boðaði Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, frá, at tað ikki vóru fleiri mál at viðgera, og um einki serligt mál kemur, so verður ikki tingfundur aftur fyrrenn á ólavsøku.
Løgtingið hevur síðani á ólavsøku 2020 havt 92 fundir, ið hava vart 390 tímar. 142 mál eru framløgd, umframt 4 frágreiðingar sambært § 51 í Tingskipanini.
2 mál eru ikki komin aftur úr nevnd. Øll hini málini eru avgreidd frá tinginum. 12 skrivligir fyrispurningar eru settir.
133 munnligir fyrispurningar vóru á skrá á 6 fundum, og 25 ófráboðaðir fyrispurningar eru settir og svaraðir á 4 fundum. 134 § 52a spurningar eru settir higartil.
Fíggjarnevndin hevur havt 42 fundir, Uttanlandsnevndin 20, Vinnunevndin 22, Trivnaðarnevndin 23, Mentanarnevndin 7, Rættarnevndin hevur havt 17 fundir.
Tingfólk møta aftur til arbeiðis, tá tey skulu í kirkju ólavsøkumorgun klokkan 11 og á tingfund klokkan 13, har Bárður Nielsen, løgmaður, fer at halda aðru ólavsøkurøðu sína.
##med2##