Tingbólkarnir skulu kunnast um uppritið

Formaðurin í uttanlandsnevndini heldur tað vera sjálvsagt, at limir nevndarinnar kunna tingbólkar sínar um uppritið til ríkisrættarligu samráðingarnar

? Hergeir Nielsen hevur nú, sum formaður í uttanlandsnevndini, fulla ábyrgd av uppritinum til samráðingarnar við donsku stjórnina. Tí er tað eisini hann, ið ger av, hvør skal kunnast um uppritið.

Hetta er svarið frá løgmanni, tá vit spyrja hann, um hann hevur tikið støðu til fyrispurningarnar frá andstøðulimunum í uttanlandsnevndini, um í hvønn mun teir kunnu kunna tingbólkar sínar um málið.

Formaðurin í uttanlandsnevndini heldur tað vera sjálvsagt, at limirnir í uttanlandsnevndini leggja innihaldið í uppritinum fyri flokkarnar. Men hann heldur kortini stóran mun vera á at kunna flokkarnar um innihaldið og at lata aðrar limir í flokkunum, enn limirnir í uttanlandsnevndini kaga í ritið.


Mugu kunnast

Hergeir Nielsen ásannar, at málið um ríkisrættarligu støðu Føroya er eitt ógvuliga týdningarmikið mál, og tí ber ikki til hjá limunum í uttanlandsnevndini at taka støðu til málið, uttan at ráðføra seg við flokkar sínar.

Men Hergeir Nielsen heldur tað kortini framvegis vera skeivt, um aðrir limir í flokkunum, enn uttanlandsnevndarlimirnir, sleppa at lesa uppritið.

? Talan er í løtuni um at leggja eina strategi í einari ætlan ímillum tvey lond, og tí er tað ógvuliga týdningarmikið, at fólk virða hugskotini frá landsstýrinum, sum standa í uppritinum. Fólk eiga at virða trúnaðarstemplið, sigur hann.

? Talan er um eitt mál, ið landsstýrið metir vera so mikið álvarsamt, at tað skal viðgerast í trúnaði. Hesa meting taki eg til eftirtektar, og fari eg ikki at bróta ta álit, ið er givið mær í hesum máli, við at lata onnur enn limirnar í uttanlandsnevndini síggja ritið.

Kortini staðfestir formaðurin í uttanlandsnevndini, at tað er í sjálvsagt, at limir nevndarinnar kunna og ráðgeva seg við flokkar sínar um uppritið, áðrenn teir taka støðu í málinum. Men hann leggur stóran dent á, at munur er á at kunna um málið og at lata onnur lesa ritið.


Skilir ikki grundgevingarnar

Formaður Javnaðarfloksins hevur somuleiðis, sum Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins, víst á, at neyðugt er at ráðføra seg ið tingbólkarnar um hetta álvarsmál. Og hann heldur, at fyri tað skal bera til at ráðføra seg, er neyðugt, at tingbólkarnir sleppa at síggja ritið.

? Eg síggi onga meining í, at vit bara skulu práta við tingbólkar okkara um málið, uttan at hava nakað at tosa út frá. Hetta ber jú ikki til. Tískil vóni eg, at vit fara at fáa loyvi at lata tingbólkarnar sleppa at síggja innihaldið í ritinum, sigur Jóannes Eidesgaard og leggur afturat, at tað verður ein væl fyrireikaður Javnaðarflokkur, ið fer at viðgera málið um ríkisrættarligu støðuna.


Megnar arbeiði

Hergeir Nielsen sigur seg vera fegnan um, at tað nú er komið so langt í málinum um ríkisrættarliga spurning Føroya, at uppritið til samráðingarnar við donsku stjórnina nú eru komnar í uttanlandsnevndina til viðgerðar.

? Landsstýrið hevur gjørt eitt megnar arbeiði í hesum máli. Nógv góð hugskot eru komin á borðið, og eg fegnist um ta stóra arbeiðið, Høgni Hoydal hevur lagt í hetta mál. Hann hevur verið tann stóri arbeiðshesturin, ið hevur staðið aftanfyri løgmann undir allari viðgerðini, sigur Hergeir Nielsen.

Uttanlandsnevndin hevur fund um samráðingaruppritið mikumorgunin. Hetta verður fyrsta ferðin, nevndin fer at viðgera uppritið.

Hergeir Nielsen vil sjálvsagt einki siga um innihaldið í uppritinum, men hann váttar, at tað av innihaldinum, ið higartil er likið út, er rætt.