Ting- og landsstýriskvinnur mótmæla sjey valdømum

- Tað undirgrevur alt álit á okkara lóggevandi vald, um Løgtingið í hvørjari tingsetu broytir valskipanina, uttan grundleggjandi fyrireiking og viðgerð av fyrimunum og vansum við broyttari skipan. Tað siga tær sjey løgtings- og landsstýriskvinnurnar, Bergtóra H. Joensen, Bjørt Samuelsen, Annita á Fríðriksmørk, Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnur og Annika Olsen, Rósa Samuelsen og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinnur.

Í almennari yvirlýsing siga tær, at sjey valdømi tryggjar økiskvotering, men at søgan vísir okkum púra greitt, at henda valskipan er ein stór forðing fyri at fáa fleiri kvinnur valdar í Løgtingið.

Tað ljóðaði eisini í gjárkvøldið, at landsstýriskvinnurnar umhugaðu at leggja landsstýrissessin frá sær til tess at tryggja, at uppskotið um fleiri valdømi varð felt, men sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum vildu landsstýriskvinnurnar ikki gera viðmerkingar til tað í gjárkvøldið.

- Vit halda ikki, at valskipanin frá 1852, tá landið varð skipað í sjey valdømi, er hóskandi fyri eitt nútímans Føroyar, siga tær.

Víðari siga tær:

»Vit liggja framvegis í allar aftastu røð, tá ræður um javnstøðu í okkara fólkavalda parlamenti, sammet við flestu lond í heiminum. Við valið í 2004 vórðu einans 3 av 32 valdum løgtingslimum kvinnur. Tá farið varð yvir til eitt valdømi, vaks talið til 7 av 33. Tað vísir, at hóast langt er á mál, so var eitt valdømi eitt stórt framstig í mun til at fáa meira demokratiska umboðan av báðum kynum.

Vit taka undir við Demokratiu, tá nevndin m.a. sigur: »Málið um, hvørt valskipanin skal broytast aftur og hvussu, er ógvuliga komplekst og er eftir okkara tykki langt frá nóg væl lýst og búgvið til endaliga støðutakan, sum nú er. Ein endurskoðan av vallógini eigur ikki bara at snúgva seg um eitt ella fleiri valdømi og ymsar tekniskar útrokningar í tí sambandinum, men eisini um, hvussu ein so jøvn og demokratisk umboðan sum møguligt best verður tryggjað, t.d. kyn, aldur, geografisk umboðan og fíggjarlig styrki.«

Atkvøðutølini frá seinasta løgtingsvali vísa greitt, at atkvøðurnar í sera stóran mun flyta seg tvørturum tey gomlu mørkini fyri valdømum. Og, at stórur partur av atkvøðunum í miðstaðarøkinum fara til valevni uttan fyri høvuðsstaðin. Hetta kann gera tað lættari hjá kvinnum og nýggjum valevnum, sum eftir gomlu skipanini høvdu sera trupult við at sleppa framat, at blíva vald. Eisini bendir hetta á, at fólkið ynskir at hava møguleikan at velja ímillum valevni frá øllum landinum.

Vit vóna, at Løgtingið til 3. viðgerð heldur fast við eitt stig fram, heldur enn at stíga sjey fet aftur.«