Tórshavnar kommuna hevur sett Tine Lyager í starvið sum SSP-samskipari. Tine Lyager fer at starvast í barnaverndartænastuni á sosialu deild.
Tað sigur kommunan á síni heimasíðu. Tine Lyager er 46 ára gomul og sosialráðgevari. Hon hevur arbeitt í sosialu deild í Frederiksberg og í Århus, men síðani 2002 hevur hon verið familjuráðgevari á Føroya Barnaheimi.
SSP er tvørfakligt samstarv ímillum skúlan, sosialu myndugleikarnar og løgregluna.
Endamálið er at fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði hjá børnum og ungum og tað er ein týðandi liður í royndunum at styrkja fyribyrgjandi arbeiðið millum børn og ung.