Hægstirættur í Ukraina staðfesti í dag, at dómurin, sum fyrrverandi forsætisráðharrin Julia Timosjenko fekk fyri at hava misnýtt sítt vald, er í samsvari við lógina og rættvísur.
Viðhaldsfólk hjá Timosjenko halda uppá, at dómurin er politiskur. ES hevur eisini mótmælt, og samveldið fanst eisini at avgerðini hjá hægstarætti í dag.
Julia Tinosjenko varð í oktober í fjør dømd sjey ára fongsul fyri at hava misnýtt sítt vald sum stjórnarleiðari í sambandi við samráðingar um eina gassavtalu við Russland.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, sum sat hinumegin borðið í teimum samráðingunum, hevur seinni sagt, at Timosjenko gjørdi einki ólógligt í sambandi við samráðingarnar.