Tað eru løtur har eg ivist í um føroyskir politikkarar búgva í sama landi sum eg. Ein av hesum løtunum var í gjár, tá landsstýrismaðurin í heilsumálum Karsten Hansen svaraði fyrispurningi frá Eyðgunn Samuelsen um tímalønt starvsfólk innan heilsuøkið.
Verðuleikin er tó, at vit búgva í sama landi, og eg eri tí noydd at staðfesta, at heilsumálaráharrin als ikki tekur trupulleikan við tímaløntum starvfólkum í álvara.
Staðfestast kann, at fólk sum arbeiða tímalønt er tann yngri parturin av okkara limum, sum ikki hava fingið fast starv. Tað vil siga, at talan er um fólk sum nýðliga eru útlærd.
Fyrsti trupulleikin er, at tímaløntir sjúkrarøktarfrøðingar ikki fáa eftirløn, meðan ein sjúkrarøktarfrøðingur í føstum starvi fær 15% í eftirløn t.v.s. at lønin er 15% lægri hjá tímaløntum í mun til sjúkrarøktarfrøðingar í føstum starvi.
At yngri parturin av okkara limum arbeiða tímalønt, er í sær sjálvum ein stórur trupulleiki, men landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur saman við sitandi samgongu gjørt hendan trupulleika enn størri við at seta nýggju eftirlønarlógina í verk. Eftirlønarlógin ásetur, at ein vaksandi prosentpartur av lønini skal til eftirløn. Byrjandi við 1% í 2014 vaksandi eina ferð um ári við 1% um árið til við koma til 15%. Fyri tímaløntir sjúkrarøktarfrøðingar merkir tað, at lønin í 2015 er 17 % lægri enn hjá einum sjúkrarøktarfrøðingi í føstum starvi. Í 2016 verður lønin 18% lægri o.s.v. til 2029 tá munurin er 30% millum ein tímaløntan sjúkrarøktarfrøðing og ein í føstum starvi. Eg undrist stórliga yvir, at landsstýrismaðurin ikki fyriheldur seg til hendan truplleika.
Landsstýrismaðurin innan heilsuøkið førir fram, at talan “bert” er um áleið 30 fulltíðarstørv, sum verða mannað við tímaløntum sjúkrarøktarfrøðingum. Leystliga rokna merkir hetta, at talan er um áleið 40 fólk. Fólk, sum ikki eru fastsett vita ikki nær tey skulu til arbeiðis. Tey verða biðin frá degi til dags. Alt annað má víkja, tá tey verða biðin um at koma til arbeiðis av tí, at tey ikki vita nær tey verða biðin aftur. Hetta hevur ávirkan á alla familjuna kring tann tímalønta. Tað ber ikki til at planleggja sína frítíð tá ein ikki veit nær ein skal til arbeiðis. Dagar, túrar, føðingardagar o.a. sum fastsett starvsfólk planleggja saman við familju ber ikki til hjá einum tímaløntum. Ella tað vil siga, at man kann planleggja, men tað er samstundir greitt, at tað bert er galdandi um man ikki verður biðin til arbeiðs.
Tímalønt starvsfólk vita ikki hvussu nógv ella lítið arbeiði tey fáa hvønn mánað. Tað hevur stórar avleiðingar fyri møguleikanum at etablera seg. Møguleikin fyri at fáa lán, at seta búgv fyri er lítil, tá ein ikki hevur eina fasta inntøku.
Landsstýrismaðurin sigur eisini, at fólk støðast innan heilsuverkið, og at tað ikki eru komin fleiri størv seinastu árini. Gleðiligt er sjálvandi, at fólk støðast. Týdningurin av at seta nýútlærdir ungar sjúkrarøktarfrøðingar í starv skal ikki undirmetast.
Við vanda fyri at endurtaka meg sjálva, so eiga vit sum samfelag og serliga innan heilsuøkið, at gera eitt stórt arbeiði fyri at bjóða nýútlærdum sjúkrarøktarfrøðingum vælkomnir á arbeiðsmarknaðin. Tað er ein stórur vandi fyri, at sjúkrarøktarfrøðigar finna aðrar leiðir um teir ikki hava møguleikan at etablera seg í Føroyum. Ungar kvinnur, sum eru vælútbúnar eru hjartaliga vælkomnar í okkara grannalondum, men er hetta ein vøra, sum vit ynskja at útflyta? Hvør skal lyfta okkara heilsuverk í framtíðini, tá vit hava útflutt fakkunnleikan?
Vegna Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Óluva í Gong, forkvinna