Tað hevur ljóða leingi, at Tottenham hevur leitað eftir nýggjum venjara til komandi kappingár. Leingi ljóðaði eisini at teir høvdu avloysarin kláran, tí tað skuldi verða hollendski landsliðsvenjarin, Louis Van Gaal.
Men brádliga fekk David Moyes sekkin í Manchester United og síðani tykist meira sannlíkt at Louis Van Gaal skal venja Manchester United.
Tim Sherwood fekk einans 5 mánaðir sum venjari í Tottenham. Hann fekk annars sáttmála í 18 mánaðir, men tað var við í sáttmálanum at felagið kundi skifta venjara í summar, um nevndin ikki var nøgd við avrikið. Tí avtaluna hevur nevndin í Tottenham valt at gagnnýtt.
Tað er ikki greitt enn, hvør verður næsti venjari hjá Tottenham, men Mauricio Pocchetino tykist verða størsti favorittur til at taka yvir.
Aðrir, ið eru uppá tal, er hollendski venjarin hjá Ajax, Frank De Boer og fyrrverandi Manchester United venjarin, David Moyes.