Tim Christensen and The Damn Crystals á G!

Tim Christensen er millum kendastu og eyðkendastu røddir í donsku rocksøguni. Hann slóg ígjøgnum í 1994, sum 20 ára gamli oddamaðurin í Dizzy Mizz Lizzy, og hevur hildið sær ovast á donsku popp- og rockrókunum líka síðani. Í summar spælir hann við bólki sínum, Tim Christensen and The Damn Crystals, á Götusandi.

 

Sum tónleikari og framleiðari hevur Tim Christensen vunnið ein hóp av virðislønum. Saman við Dizzy Mizz Lizzy vann hann 5 danskar Grammys, í 1995 og 1997, fyri “Bestu fløgu” og “Besta bólk”, millum annað. Einsamallur hevur hann vunnið bæði Danish Music Awards og Gaffa virðislønir fyri “Besta sangara”, “Bestu útgávu”, “Besta framleiðara” og annað.

 

Hann hevur eisini framleitt og spælt á útgávum hjá Swan Lee, Kashmir, Mew, Lars H.U.G., Tue West og Kim Larsen.

 

Modernaði rokkurin hjá Tim Christensen hevur sterkar røtur í tí góða, gamla og klassiska. Og sum tann framúr góði komponisturin, hann er, er lagið sjálvt miðdepilin, alt snýr seg um. Tónleikurin er popputur og trallutur uppá tann góða mátan. Tú fert lættliga at floyta løgini, men samstundis hava tey eina tónleikaliga dýpd. Við hesum frymlinum hevur Tim hildið seg á tindunum í næstan 20 ár.

 

Á odda fyri Dizzy Mizz Lizzy og síðani sínum egna solobólki, sum herfyri varð doyptur The Damn Crystals, hevur Tim Christensen givið eina langa røð av fløgum og sangum út, sum eru vorðnir óavnoktandi partur av tónleikaligu tilvitskuni í danska ríkinum.

 

Föroyingar kenna kanska serliga væl lagið ”Righ Next To The Right One” sum var eyðkennislag í sjónvarpsrøðini, Romeo og Julie. Og so hava mong uttan iva hoyrt Sveinur Gaard syngja lagið ”Surprise Me” í X-factor herfyri.

 

Millum stórstu solohittini hjá Tim Christensen eru “Love Is A Matter Of…”, “Get The Fuck Out Of My Mind”, “21st Century High”, “Right Next To The Right One”, “Whispering At The Top Of My Lungs”, “How Far You Go”, “Jump The Gun”, “Superior” og “Surprise Me”.