- Tað broytti lívið fullkomuliga. Vit vórðu blakað útí nakað ræðuligt, har ein einki val hevur.
Tað sigur Beinta Henriksen í Sørvági um tá ið hon misti beiggja sín, Regin í ferðsluvanlukku
Beinta er pedagogur í sambýlinum í Sørvági.
- Eg misti beiggja mín, tá hann júst var vorðin 20 ára gamal. Tað var tann 14. mai 2000. Hann rendi útav á Vatnavegnum í Vágum og doyði. Og hann var einsamallur í bilinum.
Hon sigur, at vanlukkan broytti lívið fullkomuliga.
- Vit vórðu blakað útí nakað ræðuligt, har ein einki val hevur, minnist Beinta Henriksen.
Hon minnist, at tann fyrsta tíðin var sera kaotiska.
- Tað er óberandi fyri alla familjuna, saknurin er so svárur og foreldrini hava tað so ringt.
- Onnur skilja av góðum orsøkum als ikki, hvat ein fer ígjøgnum.
- Tá so ein tíð er fráliðin hava tey lyndi at halda, at ein skal verða tann sama, sum ein var áðrenn vanlukkuna ... men tað verður ein ongantíð.
Beinta sigur, at tey fyrstu nógvu árini, hevði hon torført at tosa um og seta orð á sínar kenslur.
- Men sum frá leið dugdi eg betur og betur at síggja, at hetta hevur verið við til at gera meg til ta eg eri í dag.
- Í dag dugi eg eisini at síggja, at eg sjálv havi ábyrgd fyri mínari eydnu, at koma víðari og fáa eitt gott lív.
Hvat hevur minningardagur teirra deyðu í ferðsluni at týða fyri teg?
- Minnist meg rætt, var hesin minningardagur fyrstu ferð í 2000, tað vil siga hálvanannan mánað eftir at Regin doyði.
- Tað hevur nakað at týða, at vit minnast tey, sum deyð eru í ferðsluni. Eisini er tað ein ávaring ella áminning fyri onnur, sum eg vóni, at tey taka til sín.
Hon sigur, tað eru nøkur, sum vísa teimum, at tey minnast Regin hendan dagin við at senda sms ella eina heilsan á facebook.
- Tað er ordiliga gott og fløvar, sigur Beinta.
Serliga dreingir
Hvør er størsta avbjóðingin at røkka málinum, um at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein í ferðsluni?
- Størsta avbjóðingin eru tey ungu, serliga dreingirnir. Teir eru tann týdningamesti bólkurin. Av einari ella aðrari orsøk hugsa teir seg ikki um og eru ekkaleysir, tá tað kemur til ov nógva ferð.
- Kortini haldi eg, at hugburðurin er batnaður, síðani eg var heilt ung, eitt nú tá tað kemur til rúsdrekkakoyring. Hetta haldi eg kemur av, at rúsdrekkamynstrið er broytt í Føroyum, men tíverri hoyra vit afturvendandi um fólk, sum verða tikin fyri at koyra ávirkað og at koyra ov skjótt.
- So vit eru langt frá komin á mál, tá tað kemur til rúsdrekka og ferð, tí tá skal so lítið til.
Beinta Henriksen heldur eisini, at fyribyrgjandi arbeiði og upplýsing er tað týdningarmesta.
- Tað er eisini orsøkin til, at eg sjálv eru við í undirvísingini hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd fyri landsins 8. flokkum og tekniska skúla.
- Har greiði eg frá, tá vit mistu Regin, og hvussu tað rendi okkara tilveru um koll.
Hon heldur, at tað nyttar lítið at ávirka tey ungu við fremstafingri og moralprædikum. - Tey skulu hava tann óinnballaða veruleikan, tað trúgvi eg munar, sigur Beinta Henriksen.
LES EISINI: Eg havi fyrigivið.
LES EISINI: Eg hugsi um hann hvønn einasta dag.
LES EISINI: Eitt stillført minni um tey deyðu.