Tiltøk kunnu elva til borgarakríggj

Samtykkir ST-trygdarráðið at seta tiltøk í verk ímóti Zimbabwe, fer tað at elva til borgarakríggj har

ST verður eitt nýtt Somalia, um ST samtykkir at seta fleiri tilktøk í verk ímóti landinum fyri at revsa stýrið hjá Robert Mugabe, forseta.

Tað sigur ST-sendinevndin hjá Zimbabwe um tiltøkini, sum USA og Bretland hava mælt ST-trygdarráðnum til at seta í verk fyri at noyða stýrið hjá Robert Mugabe, forseta býta valdið við andstøðuna.

Eftir uppskotinum hjá USA og Bretlandi skal ST samtykkja at seta fíggjarlig tiltøk ímóti fleiri týðandi einstaklingum í Zimbabwe, og harafturat skal allur vápnahandil við landið steðgast.

Liberiski forsetin, Ellen Johnson-Sirleaf, hevur sagt, at hon tekur undir við uppskotinum um tiltøk ímóti stýrinum í Zimbabwe.