Aftur í ár sleppa føroyskir bólkar at vera við í altjóða GBOB kappingini, har vinningurin er 100.000 USD og eina heimsumfatandi konsertferð.
Á MySpace skrivar GBOB eina vegleiðing til, hvussu tú kanst melda bólkin hjá tær til:
1. Trýst her fyri at fara inn á tilmeldingarsíðuna á GBOB heimasíðuni
2. Vel undanumfarið, sum tín bólkur skal luttaka í
3. Skráset bólkin hjá tær. Trýst á ?Halt fram?
4. Fyll út nøvn, ljóðføri og føðiár. Trýst á ?Halt fram?
5. Tryggja tær, at upplýsingarnir eru rættir og vel, hvussu tú ynskir at gjalda tiltaksgjaldið
6. Ein ?Vælkomin teldupostur? við backstage logg-inn uppslýsingum verður sendur til ta kontakt teldupost adressuna, sum tú hevur uppgivið. Við hesum logg-inn sleppur tú backstage á heimasíðuni og kanst leggja tónleik og tilfar út við tínum bólki, lurta eftir øðrum bólkum, halda eyga við tíðindum og broytingum og annars profilera bólkin hjá tær
7. Tín bólkur verður skrásettur sum luttakari av GBOB 2007, tá tú hevur goldið peningin. Tað kostar uml 170 kr pr mann
Les meira um vinningar, reglur, tilmelding og annað á www.gbob.com