Tilmælið hjá ICES drepur vinnuna

Tilmælið hjá ICES er órealistiskt. Verður tað fylgt, verður einki arbeiði á føroyskum fiskavirkjum yvirhøvur, sigur stjórin á Maru Seafood

?Tað ber ikki til hjá okkum at fylgja tilmælinum hjá ICES um at skerja fiskiskapin eftir toski og hýsu við tveimum triðingum og upsa við einum triðingi. Gera vit tað, verður einki arbeiði í Føroyum.
So einfalt setir Jóhan Páll Joensen, stjóri á Maru Seafood, roknistykkið upp, tá hann ger viðmerkingar til tilmælið frá ICES, sum kunngjørt varð í seinastu viku.
ICES tekur harðliga til í síni frágreiðing. Sagt verður um toskastovnin, at hann er í so stórari minking, at vandi er við verandi veiðitrýsti fyri, at hann kemur niður á støðið, sum hann var á í kreppuárunum fyrst í nítiárunum. Skal tað ikki enda soleiðis, má fiskiskapurin halda heilt uppat, um vit ætla at fáa stovnin upp aftur eftir einum ári. Yvir longri áramál kann tað gerast við at minka veiðitrýstið við tveimum triðingum, sigur frágreiðingin.
Hýsuni láta teir mestsum líka illa at. Hóast stovnurin er heilt væl fyri, er veiðitrýstið ov stórt og má minka við 17 prosentum, sigur ICES.
Upsastovnurin er eisni heilt væl fyri, men eisini her skal veiðitrýstið lækkast, skulu vit framhaldandi hava hendan góða stovnin. Her mælir ICES til eina lækking upp á 30 prosent.
Í niðurstøðuni av stovnsmetingini og ráðgevingini hjá ICES verður sagt soleiðis:
»ICES mælir tí til eina minking í beinleiðis royndini eftir toski og hýsu upp á umleið 2/3 í mun til ta verandi royndina. Royndin eftir upsa eigur at minkast við umleið 30%; um hjáveiðan av toski og hýsu veksur, eigur royndin eftir upsa at minka samsvarandi.«
Hetta er at leggja ov harðliga út, heldur Jóhan Páll Joensen. Hóast hann er samdur við fiskifrøðingunum í, at vit eiga at røkja stovnarnar skilagott, metir hann ikki hesa tilráðingina at vera realistisa.
?Vinnan ber tað heilt einfalt ikki. Minka vit veiðuna við tveimum triðingum, verður einki arbeiði í Føroyum yvirhøvur. So einfalt er tað, sigur hann.
Hann sigur, at hýsumarknaðurin í Bretlandi er undir sera hørðum trýsti í løtuni. Og tað er serliga heila hýsu, bretar vilja hava, vísir Jóhan Páll Joensen á.
Hýsumarknaðurin sum heild er Bretland og amerikanska eysturstrondin. Men nú dollarin er dottin niður í kjallaran, eru íslendingar, sum plagdu at selja til USA, eisini lagstir á Bretland, so har treingist í stórum. Hendir so tað, at vit skulu til at minka okkara veiðu so munandi, sum mælt verður til, og bretar bara vilja hava heilan fisk, er einki eftir til virkini hjá okkum at arbeiða, er dapra niðurstøðan hjá stjóranum á Maru Seafood.
?Men so galið verður tað ikki, tekur hann aftur í aftur. Tað ber ikki til, og vit fara eisini at síggja eina millumloysn millum tað, sum er í dag, og tað, sum tilmælt er, er hann sannførdur um.
Toskurin, sum fiskaður verður undir Føroyum, verður saltaður og seldur til Spania. Tann marknaðurin er lítil, og nógvir eru um boðið. Missa vit tveir triðingar av okkara parti har, koma aðrir beinanveg við sínum, og so verður ringt hjá okkum at koma afturíaftur. Tað er eisini eitt tungtvigandi argument fyri ikki at fylgja hesum tilmælinum, metir Jóhan Páll Joensen.