Tilkomin á háskúlaskeið í seks vikur

Triðja árið á rað skipar háskúlin fyri stytri skeiðum, har mest tilkomin luttaka. Skeiðini eru sera væl umtókt og undirtøkan veksur støðugt

Í síðstu viku høvdu tey tilkomnu á háskúlanum í Havn eina evnis viku. Evnið var litir og litlæra, og henda dagin Sosialurin var og vitjaði, vóru tey í holt við at tøva. Hetta var eisini ein partur av evnisvikuni.
Fyrstu tvey árini hevur skeiðið varað tvær og fýra vikur, men í ár er tað longt til heili seks vikur. Luttakararnir búgva á skúlanum, og um vikuskiftið fara teir heim.
? Hetta skeiðið er mest fyri tilkomin. Tað er sama skeiðið, sum tey yngru taka yvir eitt hálvt ár, sigur Elin Lindenskov, lærari á Háskúlanum.
Skeiðið er eisini ógvuliga væl umtókt. Luttakaratalið veksur hvørt ár. Hetta stytra skeiði er tó bert einaferð hvørt háskúlaár.
Fríggjadagin endaði evnisvikan, og hon endaði sum sagt við tøving. '