Tilboðið um viðlíkahaldsvenjing víðkað

Tilboðið viðlíkahaldsvenjing er nú víðkað til at fevna um allar heimabúgvandi borgarar, í aldrinum 18 ár til pensjónsaldur, við skerdum førleikum ella sjúku, ið hava ávirkan á gerandisdagin

Almannaverkið skrivar, at tilboðið inniheldur fysioterapeutiska og ergoterapeutiska venjing, umframt taluvenjing, sum eftir tørvi kann samskipast við deildina Samskiftismenning.

 

Venjingin kann innihalda:

 

- Kropsliga venjing

 

- Venjing í gerandisaktivitetum

 

- Kognitiva venjing

 

- Meistring og handfaring av avbjóðandi støðum í gerandisdegnum

 

Viðlíkahaldsvenjing hevur til endamáls at fyribyrgja førleikamissi, fasthalda verandi førleika ella fyri at seinka sjúkugongdina. Viðlíkahaldsvenjing verður í høvuðsheitum veitt sum bólkavenjing.

 

Umframt viðlíkahaldsvenjing bjóða vit framvegis endurvenjing. Mett verður í hvørjum einstøkum føri, hvat rætta tilboðið er.

 

Umsóknarblaðið til venjing og kunning liggur á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

 

Um spurningar ella ivamál eru, ber til at seta seg í samband við deildina Venjing hjá Almannaverkinum á tlf. 360000. Deildin svarar mánadag - hósdag 10.00-15.00 og fríggjadag 10.00-13.00.