Leo pávi ger deyðan italskan tannáring til halgimenni

Carlo Acutis doyði 15 ára gamal í 2006 og varð 19 ár seinni halgaður á Pæturstorginum í Róm.

Leo XIV pávi halgaði Carlo Acutis á Pæturstorginum í Róm  í morgun. - Mynd: Stefano Spaziani/Ritzau Scanpix

Leo XIV pávi halgaði italska tannáringin Carlo Acutis í dag.

Carlo Acutis doyði av blóðkrabba sum 15 ára gamal í 2006 og hevur verið kallaður "Guds ávirkari", tí hann breiddi boðskapin hjá katólsku kirkjuni út á netinum.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Hann er tann fyrsti úr Generation Y - ella tann fyrsti "millennial" - at verða halgimenni í katólsku kirkjuni.

Carlo Acutis brúkti nógva av síni frítíð til at koda og spæla telduspøl, og síðani fortaldi hann øðrum um sína trúgv á netinum.

Nógv vóru savnað í Pæturskirkjuni í Vatikaninum í miðbýnum í Róm fyri at vera vitni til, at Carlo Acutis varð halgaður. Heilaggerðin fór fram undir lógvabrestum frá teimum møttu katolikkum, skrivar AFP.

Líkið av deyða Carlo Acutis - ílatin kovboybuksur og Nike renniskógvar - er at síggja í eini grøv við glasveggi í italska býnum Assisi.

/Ritzau/

 

Leo XIV pávi halgaði Carlo Acutis á Pæturstorginum í Róm  í morgun. - Mynd: Stefano Spaziani/Ritzau Scanpix