Í vikuni frættist, at Scott Harrington, sum er høvuðsungdómsvenjari hjá Neistanum, og venjari hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti hevur tikið við einari spennandi avbjóðing at gerast hjálparvenjari hjá kinesiska kvinnulandsliðnum.
Scott Harrington vitjaði sendingina SportBoxin á Rás2 fyrrapartin til eitt prát um hví hann hevur tikið hesa stóru avgerðina at fara frá føroyskum hondbólti til kinesiskan hondbólt.
Scott Harrington undirstrikar, at hann hevur verið sera glaður fyri tíðina í Føroyum, og samstarvið hann hevur havt við Neistan og hondbóltssambandið. Men avbjóðingin og tilboðið er somikið spennandi, at hann kundi ikki lata tað fara framvið borðinum. Scott Harrington kemur tó stóran part av tíðini at verða í Danmark, tí kinesiska liðið fer at fyrireika seg í Danmark til HM-endaspælið, sum verður í Týsklandi í desember.
Í samrøðuni var eisini prátað um leiðina Scott Harrington hevur havt sum spælari, og sum venjari, og hvussu hann endaði í Føroyum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge og Heri Simonsen høvdu við Scott Harrington.