Sambært Vinnumálastýrinum er rættulig gongd nú komin á arbeiðið at fyrireika eina tilbúgvingarskipan fyri Føroyar. Arbeiðsbólkar hava í langa tíð arbeitt við at fyrireika arbeiðið, og nú er komið so mikið langt, at arbeiðast kann við sjálvari tilbúgvingarætlanini. Gongst sum væntað, verður arbeiðið liðugt einaferð seint í 2001.
Bjargingarfeløgini við
Bjargingarfeløgini kring landið, ið gera eitt stórt sjálvboðið bjargingararbeiði, hava verið ikki sørt misnøgd við, at tey ikki eru tikin við upp á ráð í arbeiðinum við nýggju tilbúgvingarskipanini. Til dømis vísa tey á, at tey vóru við á nøkrum av teimum fyrstu fundunum, men brádliga fingu tey ikki longur fundarboð.
Men hetta verður nú broytt. Arne Poulsen, vinnumálastjóri, ger vart við, at bjargingarfeløgini nú beinleiðis verða tikin við í samstarvið um at gera eina tilbúgvingarætlan.
? Tað er ógvuliga gott, um bjargingarfeløgini eru við, tí tey hava ein ógvuliga týdningarmiklan leiklut í tilbúgvingini, sigur hann.
Hjørdis Gaard, sum burturav starvast fyri Vinnumálastýrið við at gera tilbúgvingarætlan fyri Føroyar, er samd við Arna Poulsen um, at bjargingarfeløgini hava ein týdningarmiklan leiklut í tilbúgvingini. Hon vísir á, at øll liðini í tilbúgvingini eru tengd at hvørjum øðrum, og tí hava tey øll ein týdningarmiklan leiklut.
Men Hjørdis Gaard sigur eina orsøk vera fyri, at Bjargingarfeløgini higartil ikki eru drigin inn í tilbúgvingararbeiðið. Orsøkin er, at arbeiðið higartil hevur verið á einum fyrireikingarstøði.
? Arbeitt hevur verið soleiðis, at 3 arbeiðsbólkar hava sitið og skilgreinað uppgávurnar á sjógvi, landi og í eini komandi oljuvinnu. Hetta arbeiðið hevur gingið heldur striltið, av tí, at fólk hava havt so nógv annað um oyruni. Men nú eru fólk sett burturav til at taka sær av tilbúgvingarskipanini, og tískil ber nú betur til at fáa nakað frá hondini.
Hjørdis Gaard vísir á, at fólkini, ið arbeiða við tilbúgvingarskipanini leggja stóran dent á samstarv, og tí kunnu bjargingarfeløgini vænta sær at sleppa upp í part sum skjótast. Ymisku partarnir verða nevniliga drignir við so hvørt arbeitt verður við ávísu økjunum, ið hava samband við hesar partar.
Tilmæli um útbúgving
Arbeiðið at gera eina tilbúgvingarætlan fyri allar Føroyar umfatar eisini at gera eitt álit um útbúgvingar fyri tey, sum verða partur av tilbúgvingini. Hjørdis Gaard sigur, at eitt slíkt tilmæli verður gjørt, og kemur eisini at verða galdandi fyri bjargingarfeløgini. Men í álitinum verður ikki avgjørt, hvør skal gjalda fyri útbúgvingarnar. Hetta, sigur hon, er ikki teirra borð.
Hóast tað er eitt ógvuliga torgreitt og umfatandi arbeiði at gera eina tilbúgvingarskipan fyri Føroyar, vænta tey í Vinnumálastýrinum, at tey fara at klára at arbeiða eftir teirri tíðarætlan, tey hava sett sær fyri. Tískil skuldi tilbúgvingarskipanin sambært Arna Poulsen verið klár einaferð seint í 2001.